Fyrri dysturin í Super Copa finaluni í Spania hevur verið í kvøld á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid. Dysturin millum Real Madrid og Barcelona endaði við 2-2 javnleiki.
Mesut Ozil legði Real Madrid á odda tá eitt lítið korter var spælt. Karim Benzema spældi týska landsliðsleikaran leysan í brotsteiginum, sum var tryggur hóast Barcelona verjan royndi at trýstan hann. Ein løtu var Real Madrid eisini omaná.
Tá dysturin var 36 minuttir gamal vendi alt á høvdið Burtur úr ongum javnaði David Villa við einum skoti uttanfyri brotsteigin í vinstru. Løtu seinni legði Lionel Messi Barcelona á odda, tá hann við eitt sindur av hepni rak seg leysan í brotsteiginum og skoraði.
Í seinna hálvleiki var Real Madrid greitt omaná og javnaði longu eftir níggju minuttir. Tað var Xabi Alonso, sum uttanfyri brotsteigin plaseraði bóltin í málið handan Victor Valdes. Real Madrid var omaná leikliga og var nærri at vinna dystin enn Barcelona.
Dysturin var annars merktur av nógvum grenji og tí sum eina ferð hoyrur til ein dyst millum Real Madrid og Barcelona nú á døgum. Bæði liðini vildi hava brotsspørk og mótstøðuleikarar útvístar.
Super Copa er dysturin millum meistaraliðið og steypavinnarnar í Spania. Mikukvøldið verður seinni dysturin á Camp Nou í Barcelona.