SUPERLIGAN
Tá ið tað síðst í juli varð farið undir nýggja kappingarárið í superliguni, bar tað ikki til at fáa uppgerðina í Randers millum uppflytararnar í superliguna, Randers FC; og Esbjerg avgreidda. Tað komst av, at Esbjerg spældi í Intertoto Cup.
Mikukvøldið varð útsetta uppgerðin endiliga fingin frá hondini í illfýsnum heystarveðri í Randers. Úrslitið gjørdist 1-1, eftir at heimaliðið, sum fyrst hevði vindin og regnið í ryggin, hevði verið á odda í steðginum. Úrslitið ber við sær, at Randers framvegis er niðast, og at tað ikki eydnaðist Esbjerg at sleppa so leyst av botninum, sum bronsuvinnararnir í fjør høvdu vónað, at tað fór at gera í útsetta dystinum.
Tólvta umfarið verður spælt í vikuskiftinum. Leygardagin er ein dystur á skránni. Tá fer botnliðið at fáa vitjan av oddaliðnum, Brøndby. Sunnudagin sær skráin soleiðis út: AaB-Herfølge, Esbjerg-AGF, FCM-FCN, OB-Silkeborg og FCK-Viborg.