Argjamenn hava nú arbeitt seg upp tvey tey seinastu umførini, um enn ikki tað hevur rokkið at førka liðið upp um niðurflytingarstrikuna, so eru fýra stig í tveimum dystum risastór framgongd sammett við tey trý stigini liðið fekk í átta teimum fyrstu dystunum. Javnleikur 1-1 millum AB og Víking var á einari leið.
Stríddust væl
AB-leikarnir stríddust væl, og teir gjørdu tað sera torført hjá Vìkingi at fáa spælið at koyra. Semja var millum argjafólk, at avrikið hjá AB var millum tey bestu í hesum kappingarárinum. Nógvir harðir nærdystir vóru, og menn løgdu nógv fyri. Hjá Víkingi vikarieraði Áslakur R. Petersen fyri tann leikbannaða liðskiparan, Niclas Niclasen. Nakrir málmøguleikar fullu til bæði liðini í fyrra hálvleiki, men hvørki liðið fann netmeskarnar fyrstu 45 minutirnar.
Stig Roar skoraði aftur
Norski framherjin hjá AB, Stig Roar Søbstad hevur ikki skorað í longri tíð, men tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki bragdaði aftur hjá honum. Vánaligt samskifti í verjuni hjá Víkingi førdi til, at Stig Roar Søbstad kundi strúka avstað við bóltinum, og hann meddaði bóltin í netið til 1-0 leiðslu til AB. Leiðslan hjá AB helt ikki longi. Áslakur Petersen, sum átti sína lut í málinum hjá AB bøtti um skaðan aftur. Súni Olsen beindi eitt av sínum mongu góðu fríspørkum inn í AB-brotssteigin, og har beindi Áslakur bóltin í málið til 1-1. Eftir seinna málið hendi ikki tað stóra í dystinum, og liðini samdust um javnleikin. Javnleikurin lyfti AB uppum niðurflytingarstrikuna í eitt samdøgur, men sigurin hjá B71 yvir B68 hálaði AB niður um niðurflytingarstrikuna aftur. Víkingur í sínum lagi, fer nú at fyrireika seg til seinnu hálvfinaluna ímóti ÍF, sum verður spældur týskvøldið 8. juni.










