Lærarar, pedagogar, politikarar og onnur eru málbólkar fyri tvær stórar almennar norðurlendskar javnstøðuráðstevnur mikudagin og hósdagin. Fyrra dagin verður evnið javnstøðu í skúlanum og seinna dagin javnstøða í lóggávuni.
Norðurlandahúsið verður karmur um tvær stórar javntøðuráðstevnur hjá Útnorðurráðnum í morgin og ovurmorgin. Fyrra dagin verður evnið javnstøða í skúlanum og seinna dagin javnstøðulógir og virkisætlanir.
Á ráðstevnunum, sum eru óheftar av hvørji aðrari, verða heili 19 fyrilestrahaldarar úr øllum Norðurlondum, og báðar eru tær almennar og ókeypis.
Javnstøða í skúlanum snýr seg um týdningin av javnstøðu millum kynini heilt frá barni av, og hvussu javnstøða kann fremjast í skúlanum. Málbólkurin er lærarar, pedagogar, foreldur, skúlanevndir, politikarar og onnur áhugað.
Á ráðstevnuni um javnstøðulógir og virkisætlanir verða javnstøðulógirnar í ymsu Norðurlondunum til viðgerðar. Greitt verður eisini frá broytingum, virkisætlanum og royndunum av hesum, og her er
málbólkurin politikarar, starvsfólk í fyrisitingini og onnur áhugað.
Tey, sum vilja hava mat í døgurðasteðginum skulu tó tekna seg til á jafnretti@jafnretti.is
Skráir eru á www.javnratt.fo.