Javnstøðunevndin hevur álagt bakarínum P/F Grón at rinda einum lærlingi góðar 140.000 kr., svarandi til 35 vikulønir, vegna uppsøgn. Uppsøgnina metti nevndin vera grundaða á viðgongu/graviditet.
Unga kvinnan byrjaði í læru hjá P/F Grón í oktober 2006. Uml. tveir mánaðir seinri varð hon við barn og boðaði arbeiðsgevaranum frá hesum í februar. Tá var 3 mánaða royndartíðin úti. Í mars varð hon uppsøgd við grundgevingunum ”vantandi uppmøting, tvørrandi samskifti við meistara og ov langar roykipausur”.
Lærlingurin kærdi málið til javnstøðunevndina, og nevndin metti, at uppsøgnin reelt var grundað á viðgongu/graviditet og sostatt brot á javnstøðulógina. Nevndin hevur tí álagt P/F Grón at rinda lærlinginum 35 vikulønir, svarandi til 143.500 kr.
Nevndin leggur dent á, at hesin einstaki arbeiðsgevarin neyvan er tann einasti ella ringasti, ið brotið hevur javnstøðulógina. Heldur er talan um, at bæði arbeiðsgevarar og løntakarar eru ókendir við arbeiðsmarknaðarreglurnar í lógini og tí ikki hugsa um lógina í starvsfólkamálum. Eisini var arbeiðsgevarin í truplari støðu vegna aðra lóggávu (lærlingalógina), ið gjørdi tað sera trupult hjá virkinum ikki at gera mismun.
Nevndin metir, at brot er framt á § 6 í javnstøðulógini, at Óluva Hansen vegna uppsøgnina frá P/F Grón hevur verið fyri týðandi mismuni vegna viðgongu og eigur at fáa 35 vikur í løn sum samsýning, mettar til kr. 4.100, ella kr. 143.500 tilsamans.
Les úrskurðin í fullari longd á www.javnratt.fo.