Eftir ynski frá landsstýrismanninum heldur sitandi nevndin áfram
Javnstøðunevndin skal tilnevnast eftir løgtingsval. Hetta er uppgávan hjá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum, Hans Paula Strøm.
Eftir ynski frá landsstýrismanninum heldur sitandi nevndin áfram. Orsøkin til hetta er, at Javnstøðunevndin higartil bert hevur havt hálvtannað ár at virka í. Fyri at skapa framhald í javnstøðuarbeiðinum skal nevndin hava møguleika at halda fram við sínum arbeiði.
Forkvinnan í Javnstøðunevndini er Annika W. Joensen. Hon vil fegin átaka sær sessin sum forkvinna í enn eitt valskeið, og Hans Pauli Strøm er fullvísur í, at Annika við sínum eyðsædda áhuga fyri javnstøðuspurninginum eisini frameftir fer at røkja sessin til fulnar.
? Javnstøða tykist nú av álvara at vera komin á dagskránna, og tað er millum øðrum Javnstøðunevndini fyri at takka. Vit minnast ta einastandandi áhugaverdu ráðstevnuna um javnstøðu, sum var í Norðurlandahúsinum mánadagin. Tað var Javnstøðunevndin, sum við forkvinnuni á odda, tók stig til hetta frálíka tiltak, sigur Hans Pauli Strøm.
Forkvinnan er umboðið hjá landsstýrismanninum í javnstøðunevndini. Hinir 4 limirnir verða valdir eftir tilmæli frá arbeiðstakarunum, arbeiðsgevarunum, Kvinnufelagasamskipan Føroya og Mentamálaráðnum. Hesir limirnir eru Jan Mortensen, sum umboðar arbeiðsgevararnar, Jákup Páll Mohr Mortensen, sum umboðar arbeiðstakararnar, Jancy E. Olsen, sum umboðar Kvinnusamskipan Føroya, og Hanna Ziskason Hansen, sum umboðar Mentamálaráðið.
Uppgávurnar hjá Javnstøðunevndini eru at vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum, og at hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin.
Tað yvirskipaða endamálið við javnstøðulógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn, og at veita kvinnum og monnum eins møguleikar til útbúgving, arbeiði, umframt yrkisliga og mentanarliga menning.