Javnstøðunevndin hartar Dimmalætting

Javnstøðunevndin hevur givið fyrrverandi marknaðarleiðaranum á Dimmalætting viðhald í kæru, og hevur álagt blaðnum at rinda 150.000 krónur í endurgjaldi Fyri aðru ferð innan fáar dagar hevur Javnstøðunevndin givið kærara viðhald í spurningi um mismun vegna viðgongu og barnsburð.

Málið hesaferð snýr seg um Majbritt Jacobsen, sum kennir seg kroysta úr starvi á Dimmalætting eftir at hon hevði verið í barnsburðarfarloyvi.

Dimmalætting sigur hinvegin, at talan var um bygnaðarbroytingar í fyritøkuni, og at blaðið setti ein skikkaðan leiðara. Hjalgrím Samuelsen, stjóri á Dimmalætting, sigur í tíðindaskrivi, at fyritøkan ikki góðtekur nðurstøðuna hjá Javnstøðunevndini, og at blaðið fer at kæra nevndina fyri løgtingsins umboðsmann.

Javnstøðunevndin sigur í síni niðurstøðu, at »Nevndin metir, at brot er framt á § 6 í javnstøðulógini, at Majbritt Jacobsen vegna uppsøgnina frá P/F Dimmalætting hevur verið fyri týðandi mismuni vegna viðgongu og eigur at fáa 25 vikur í løn sum samsýning, mettar til kr. 6.000, ella kr. 150.000 tilsamans«

Sum nevnt hevur Dimmalætting boðað frá, at teir fara at kæra Javnstøðunevndina fyri løgtingsins umboðsmanni.