Javnstøðunevndin alment tiltak í Klaksvík

Støðan hjá ungum monnum og spurningurin um, hvussu avbjóðingarnar í húsarhaldi og arbeiðslívi kunnu samantvinnast verða viðgjørdi á tiltaki hjá Javnstøðunevndini í Klaksvík hóskvøldið klokkan 19.30 til 21.

Hvussu ber til at fáa avbjóðingarnar í húsarhaldi og í arbeiðslívi at ganga upp í eina hægri eind?

Hvussu er støðan hjá ungum monnum í Føroyum? Og hvørji evni eiga at verða tikin við í arbeiðið fyri javnstøðu í føroyska samfelagnum?

Hesir og aðrir spurningar, sum viðvíkja javnstøðu millum kyn, verða viðgjørdir á almennum tiltaki í Leikalund í Klaksvík hóskvøldið 30. september.

Á skránni verða tvær framløgur.

Ein framløga hevur heitið Arbeiðslív, húsarhald og javnstøða, og tað er Karin Jóhanna L. Knudsen, sum heldur hana. Karin Jóhanna er granskari og í starvi hjá Granskingardeplinum fyri Økismenning.

Hin framløgan hevur heitið Fortíðarinnar hetjur í andróðri ? maskulinitetur og samleiki hjá ungum monnum í Føroyum. Hesa framløguna heldur Firouz Gaini, granskari og lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Síðani verður møguleiki fyri orðaskifti um tær avbjóðingar, sum eru á javnstøðuøkinum í føroyska samfelagnum.

Endamálið við tiltakinum er at skapa áhuga fyri javnstøðu millum kyn og at viðgera javnstøðuspurningar frá ymsum sjónarhornum.

Tiltakið er alment og ókeypis og verður í Leikalund í Klaksvík hóskvøldið 30. september klokkan 19.30 til 21.

Vónandi møta nógv fólk.