Kvotur
Eitt av tilmælunum frá CEDAW-nevndini hjá ST fyri at økja um javnstøðu í føroyska samfelagnum er at fáa í lag kvotur, so at fleiri konufólk verða umboðað í leiðslum. Hetta ber sambært Jóhan Dahl ikki til, tí at tað eru ov fá konufólk í Føroyum. Og av tí at vit eru eitt samfelag við kvinnutroti, kunnu kvotur skapa eins nógvar trupulleikar sum loysnir, segði Jóhan Dahl í útvarpstíðindunum hetta kvøldið.
Hyggja vit at tølunum, síggja vit, at 1. januar í ár búðu 25.370 menn og 23.408 kvinnur í Føroyum. Lutfallið er 52% av monnum og 48% av kvinnum. Í aldursbólkinum 25 til 67 ár vóru tølini 13.678 menn og 11.946 kvinnur. Her er lutfallið 53% av monnum og 47% av kvinnum.
Hesi tøl siga okkum, at einki hald er í útsøgnini hjá landsstýrismanninum í javnstøðumálum, tá ið hann sigur, at kvotur kunnu gerast ein trupulleiki orsakað av kvinnutroti.
Kvotur eru ein møguleiki í arbeiðinum fyri øktari javnstøðu. Spurningurin um, hvørt kvotur er rætta loysnin, er stórur og eigur at verða væl og virðiliga viðgjørdur, áðrenn ein slík avgerð verður tikin. Men at okkara javnstøðumálaráðharri vísir hesum uppskoti aftur við kvinnutroti sum einastu grundgeving, er rætt og slætt ov ússaligt. Tíverri tykist hann brúka hetta álvarsmál sum eina vána umbering fyri vantandi viljan, ella evnini, at taka javnstøðu í álvara.
Logikkurin
Umframt at vera landsstýrismaður í javnstøðumálum er Jóhan Dahl eisini landsstýrismaður í vinnumálum. Um hann á hesum øki brúkar somu tankagongd, sum hann brúkar á javnstøðuøkinum, átti hann at komið til ta niðurstøðu, at tað ikki ber til at arbeiða við nýskapan í Føroyum, tí at føroyska vinnulívið er so einstáttað. Merkir hetta, at alt arbeiðið frá almennari síðu við vinnuligari nýskapan er til fánýtis?
Hvørjar førleikar?
Hetta kvøldið segði landsstýrismaðurin eisini við útvarpið, at tað einki krav er í javnstøðulógini um, at tað skal vera javnstøða í nevndum, og at man hóast alt skal hyggja at førleikunum.
Hvørjir hesir førleikar eru, lysti meg vita. Tí í lesarabrævi í Dimmu 6. mai 2009 roynir Jóhan Dahl at greiða frá, hvørjir førleikar skuldu til, tá ið nevndin í Atlantic Airways varð vald. Hann skrivar millum annað: ‘Yvirskipað sæð hevði eg í huganum, at nevndin skuldi vera sett saman soleiðis, at hon á ein effektivan og frameftirlítandi hátt er før fyri at taka sær av sínum leiðsluuppgávum - herundir strategisku uppgávunum og eftirlitsuppgávunum – og samstundis vera ein konstruktivur og skikkaður sparringspartnari fyri stjórnina’.
So vita vit tað. At í høvdi Jóhan Dahls er ikki eitt einasta konufólk, hvørki í Føroyum ella í øðrum Norðurlondum, sum hevur hasar førleikarnar.
Málsøkið
Jóhan Dahl hevur ábyrgd av málsøkinum javnstøða, um hann vil tað ella ikki. Nú eitt ár er liðið, síðani sitandi samgonga kom til, er tíð uppá, at Jóhan Dahl saman við aðalstjóra sínum raðfestir arbeiðsorkuna í Vinnu- og javnstøðumálaráðnum, soleiðis at okkurt starvsfólkið í ráðnum fær umstøður at arbeiða við javnstøðu. Alt annað er at misrøkja hetta málsøkið.
Í sama viðfangi kundi eg hugsað mær at fingið at vitað, um løgmaður og partamaður Jóhan Dahls er nøgdur við ta arbeiðsorku og tann vilja, sum landsstýrismaðurin í vinnu- og javnstøðumálum leggur í eitt av sínum málsøkjum. Ella er eisini Kaj Leo Johannesen líkasælur við ta risa avbjóðing, sum arbeiðið fyri øktari javnstøðu í føroyska samfelagnum er?










