Javnstøða sum hjáputur

Oddagrein:

Seinastu dagarnar er aftur varpað ljós á javnstøðuspurningin, nú kommunuvalini stunda til.

 

Demokratia, sum er ein nevnd, ið løgtingið eftir tilmæli frá Útnorðurráðnum samtykti, at landsstýrismaðurin í javnstøðumálum skuldi seta fyri at økja um kvinnuleiklutin í politikki, hevði í síðstu viku vitjan av fyrrverandi borgarstjóranum í Nexø á Bornholm, Annelise Molin. Hon hevur á fundum greitt frá sínum royndum at handfara politiskar forðingar, og kjakast hevur verið um avbjóðingarnar. M. a. kennir hon væl til kvinnuliga óttan og ivan, og sjálv hevur hon havt hug at bakka og gevast, men hevur altíð funnið ein veg at venda støðuni til tað positiva.

 

Tað eru nú skjótt fimtan ár síðani, at javnstøðulógin varð samtykt í Føroyum. Fram til hetta árið, 1994, tá javnstøðulógin varð samtykt, høvdu tilsamans verið valdar seks kvinnur Tórshavnar Býráð. Síðani tá eru valdar fimm aðrar kvinnur. Soleiðis kunnu vit staðfesta, at havnarborgarar enn ikki hava valt so nógvar kvinnur í býráðið, so tær tilsamans kundu mannað teir 13 sessirnir, sum eru í Tórshavnar Býráð – og tá telja vit altso allar kvinnur sum í allar tíðir eru valdar í býráðið.

 

Hetta sigur ikki so lítið um hugburðin hjá okkum veljarum um, hvat vit halda um kvinnur í politikki. Tað er framvegis ein breið fatan millum manna, at kvinnur ikki eiga at luta í politikki á sama hátt sum menn. Tað eru eisini tey, sum hava sligið seg til tols við, at hugburðurin fer at broytast í tráð við andan í javnstøðulógini. Vit hoyra eisini menn úr fleiri flokkum siga, at teir hava roynt at fáa kvinnur á uppstillingarlistarnar, men at tær vilja ikki.

 

Alt hetta sigur okkum, at her má vend koma í. Tað er ikki rætt, at vit bara sita og bíða eftir einari samfelagsligari hugburðsbroyting.

 

Tiltakið við Demokratia er eitt gott tiltak til tess at sparka undir hesa hugburðsbroyting. Tað skerst ikki burtur, at vit fáa ikki veruligt demokrati, um ikki bæði kynini eru við til at taka avgerðirnar.

 

Tí er tað rætt at gera sertiltøk til tess at fáa fleiri kvinnur í politikk – gera vit ikki tað, so hava vit eitt demokratiskt undirskot, og so kunnu vit staðfesta, at tosið um javnstøðu bara er hjáputur.