Í næstu viku fara landsstýrisfólkini Poul Michelsen og Eyðgunn Samulesen at leggja fram tvær frágreiðingar, sum løgtingið síðani skal hava aðalorðaskifti um.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, leggur fram frágreiðing um skapandi vinnur, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, leggur fram frágreiðing um javnstøðupolitikk.
Tað er í næstu viku, at frágreiðingarnar verða lagdar fram. Aðalorðaskifti verður um skapandi vinnu hósdagin í næstu viku, meðan aðalorðaskifti um javnstøðupolikk verður týsdagin 27. februar.