Sunnudagin tann áttanda mars er árligi kvinnudagurin, har spurningar um javnstøðu, javnrættindi og spurningar sum heild viðkomandi rættindum hjá kvinnum verða umrøddir. Tað er ikki meira enn gott eitt hundrað ár síðan, føroyskar kvinnur fingu kommunalan valrætt og ikki hundrað ár síðan kvinnurnar fingu valrætt til lóggávutingini í ríkinum. Hóast framstig av løgfrøðiligum og sosialum slag eru hend, so er enn lang á mál í spurninginum um javnrættindi fyri kvinnu innan- sum uttanlands.
Hesin spurningur er heldur ikki so heilt einfaldur at greiða, tí krøvini til javnrættindi broytast støðugt. Hesi krøv broytast alt eftir mentanarligum rákum í samfelagnum. Tað er í hesum høpi ein sera áhugaverdur spurningur, hvørjar kreftir í samfelagnum ávirka hesi skiftandi rák og hvør, tað er, sum í síðstu atløgu ger av, hvørji evni og hvørjir spurningar, ið eru mest átrokandi og aktuellir í dagsins samfelag. Hóast spurningurin um javnstøðu sostatt ikki er so einfaldur, sum ein uttan víðari skuldi hildið, so kann staðfestast, at javnstøðuspurningurin fevnir um nakrar grundleggjandi meginreglur í samfelagnum. Her er við øðrum orðum talan um nøkur viðurskifti, ið hóast skiftandi rák og átrokandi dagsaktuell evni, skulu vera í lagi fyri, at vit kunnu staðfesta, at javnstøða og javnrættindini eru galdandi í samfelagnum.
Her er við øðrum orðum talan um narkar fortreytir, ið eiga at vera galdandi í einumhvørjum fólkaræðiligum samfelag. Vit hugsa her fyrst og fremst um javnstøðu í tí vit kunnu kalla almenna politiska rúminum, har tær stóru avgerðirnar verða tiknar. Hóast kvinnur við atliti at politisku skipanini hava somu formligu rættindi sum menn og hóast stór framstig á økinum, er enn langt á mál. Tey flestu munnu í dag vera samd um, at eitt idealið má vera, at tað til einaoghvørja tíð eru eins nógvar kvinnur og menn á tingi, í landsstýri og í bý- og bygdaráðum. Seinastu valini hava flutt mørk og at gongdin er jalig, um vit meta um kynsbýtið í okkara fólkavaldu stovnum. Tað ræður tí um hjá politisku flokkunum at halda fast við hesa jaligu gongd. Tey, sum kunnu gera nakað munandi við henda spurning, eru grasrøturnar í politisku flokkunum, sum kunnu útinna nógv vald innanflokka. Ein týðandi leið at ganga er at gera tað innanflokka lobbyarbeiði, ið kann tryggja javnstøðu í uppstilling.
Annar stórur spurningur snýr seg um formliga og óformliga javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og í privatlívinum. Her liggja stórar uppgávur fyri framman hjá javnstøðunevnd, kvinnufelagsskapum, fakfeløgum og ikki minst hjá tí einstaka borgaranum. Jú ásannast má, at tað framvegis eru allar góðar grundir at halda kvinnudag tann 8. mars og at fara til frálíka tiltakið hja Kvinnufelagnum í Havn og Kvinnusamskipan Føroya. Umframt mongu fundirnar kring landið. Vit loyva okkum eisini at minna í tiltakið leygarkvøldið kl. 20 á Hvonn, ið ikki verður minni áhugavert. Við ynskinum um ein altjóða kvinnudag til gleði og gangs fyri kvinnur og menn úti og heima.










