Javnstøða ? nú í Havn

Mánakvøldið 9. februar verður aftur eitt tiltak um javnstøðu. Tá skipar Javnstøðunevndin fyri almennum pallborðsfundi í Miðlahúsinum í Havn. Eftir eitt væleydnað tiltak um javnstøðu á Tvøroyri og eitt tiltak í Klaksvík í kvøld fegnast Javnstøðunevndin um at kunna bjóða øllum áhugaðum til enn eitt áhugavert tiltak, har javnstøða verður umrødd. Tiltakið verður í Miðlahúsinum mánakvøldið 9. februar klokkan 19.30.

Tiltakið verður skipað sum pallborðsfundur.

Við pallborðið sita Jóhan Dahl, landsstýrismaður við javnstøðumálum, Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki og Ása Andreasen, stjóri og eigari í fyritøkuni Synergi.

Tey hava hvør sína framløgu um javnstøðu, og síðani verður høvi hjá øllum at seta spurningar og at koma við hugsanum um arbeiðið fyri javnstøðu.

Orðstýrari verður Georg Lindenskov Petersen.

Við hesum tiltaki vónar Javnstøðunevndin at økja um kunnleikan til og áhugan fyri javnstøðuspurningum í føroyska samfelagnum.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og vónandi verða nógv fólk í Miðlahúsið mánakvøldið 9. februar klokkan 19.30 sigur Javnstøðunevndin í tíðindaskrivi.