Javnstøðunevndin hevur í dag latið ársfrágreiðingina frá sær. Í frágreiðingini hava tey millum annað víst á, hvørjar fyrispurningar og mál tey hava tikið upp í undanfarna ári.
Í ársfrágreiðingini stendur skrivað um eitt mál, har Javnstøðunevndin hevur roynt at gera sína ávirkan galdandi, men tá ið fyritøkan ikki hevur lurtað, hevur Javnstøðunevndin kent seg noydda at senda málið víðari. Nevndin skrivar soleiðis í ársfrágreiðingini:
- Nevndin varð í februar varug við starvslýsing frá fyritøku, ið søkti eftir einum manni. Nevndin gjørdi fyritøkuna kunnuga um, at tað er í stríð við javnstøðulógina, og heitti á hana um at fáa viðurskiftini í rættlag. Í juni søkti sama fyritøka aftur treytaleyst kynsbundið eftir manni, og eftir at hava samskift við fyritøkuna gjørdi nevndin av at lata fútanum málið, sum so avgjørdi at reisa ákæru móti fyritøkuni. Málið kemur fyri í rættinum í 2018.