Javnstøða frá einum kristnum sjónarhorni

Fyrilesturin hjá Jógvani Fríðriksson presti, sum varð hildin á ráðstevnunui í Norðulandahúsinum 10. mai 2004: ?Á leiðini til javnstøðu"

Hin kristna trúgvin nemur sína sjálvsfatan úr skriftini, íð er normativ. Hugsjónarliga er skriftin ein autoritativur mynduleiki bæði við atliti at trúarlæru og etiskari atferð.
Soleiðis sæð er skriftin í sjálvum sær absolut. Hon umboðar ein sannleika, íð er indiskutabul. Soleiðis stendur skrivað, og hin kristni tekur tað skrivaða orðið í álvara og tulkar tað inn í nútíð-ina.
Meðan skriftin í sjálvum sær er absolut, er tulkingin relativ. Sjálvt um vit tulka ein absoluttan sannleika, so er úrslitið ella niðurstøðan litað av persóninum, íð tulkar. Tað minnir um sólarljósið, íð verður brotið ígjøgnum eitt prisma.
Henda tilvitanin elur fram hóvsemi, tí tann absolutti sannleikin verður tulkaður inn í eina ávísa staðbundna støðu. Viðhvørt er tað enntá galdandi, at tann absolutti sannleikin upprunaliga er sagdur inn í eina stað- og tíðarbundna støðu, og tá so er, eru enn fleiri atlit at taka, tá tulkað verður inn í nútíðina.
Við hesari vitan í huga verður ein heildarmynd tikin fram, íð tekur alla skriftina í álvara, sjálvt um hon fevnir eitt tíðarskeið uppá 1500 ár og nemur ymisk samfeløg og ymiskan sosialan bygnað. Tað var mikið lættari at valt nøkur støð burtur úr, og nýtt tey sum lykil, - t.d. tey kendu orðini, at maðurin er høvur kvinnunnar. 1)
Søguligur ójavni - tvørrandi javnstøða
Støða teirra kristnu til ávís fyribrigdi er í útgangsstøði grundað í skriftini. Sum frá líður verður hin kristni lívsstílurin ella traditiónin ein normur við síðani av skriftini. Tað merkir, at vit grunda okkara kristnu sjónarmið út frá fedranna arvi. Fedranna arvur hevur ikki tosað fyri javnstøðu millum kynini. Heldur mega vit ásanna, at ójavni hevur valdað millum mann og kvinnu bæði í úti- og heimalívi. Samfelagið og kirkjan stuðlaðu hvør øðrum í hesi fatan, at kynsligi munurin millum mann og kvinnu átti at síggjast aftur í arbeiðsbýti og tign.
Italiumaðurin Thomas Aquinas, guðfrøðingur og heimspekingur í 13. øld e. kr., gevur hinum grikska Aristoteles, íð livdi í 4. øld f.kr., rætt, ?at kvinnan er ein miseydnaður maður. ... Kvinnan er nakað mangulfult og miseyndað". 2)
At lesa hesa guðfrøðisligu heimsspeki í 21. øld e. kr. er skelkandi. Vit lesa eitt brot, íð prógvar kvinnunnar ódygd : ?Kvinnnan er nakað mangulfult og miseydnað, men bara í náttúru hins einstaka. Tí tann virkna kraftin í mansins sáði medvirkar til at skapa nakað fullfíggjað maskulint, men um tað verður ein hon, íð verður gjørd, er tað eitt úrslit av eini manglandi kraft í mansins sáði, ein veikleiki í tilfarinum ella ein broyting, sum er komin í við ávirkan uttanífra, sum t.d. sunnanvindurin, íð ber vætu við sær, sum Aristoteles sigur". 3)
Thomas Aquinas nevnir eisini tvinnar formar fyri kúgan. Tann fyrri er trælahald, har harramaðurin kúgar til egnan fyrimun. Tann seinri formurin er kúgan heima við hús ella í samfelagnum, har tann ráðandi ræður til fyrimunar fyri tey kúgaðu og til teirra besta.
Argumentið er soljóðandi : ?Tí tað vildi ikki verið nakar ordan millum manna, um ikki nakrir limir vórðu stýrdir av øðrum, sum vóru klókari. Tað er henda kúganin, sum undirordnar kvinnunnar náttúru í forhold til mansins, tí hansara náttúra gevur honum eina sterkari rationella dømikraft". 4)
Søren Kirkegaard
Danin, Søren Kirkegaard, ið livdi í 19. øld e. kr., er væl kendur fyri sítt fjøltáttaða djúphugsni. Tey lærdu dvølja við hansara hugsan, og øll undrast yvir vísdóm hansara.
Kirkegaard hevur myndað kristnu hugsanina í tveyhundarð ár. Tá talan er um javnstøðu og kvinnufrígering er Kirkegaard ikki mætari enn miðøldin. Eftir mínum tykki og míni avmarkaðu vitan, so eru útsagnirnar hjá Kirkegaard á markinum til tað loyvda.
Kirkegaard avmarkar hugtakið kvinna til ein persón, íð er til fyri onnur. Í hesi veranini til fyri onnur heintar kvinnan sítt virði og finnur sín samleika. Kirkegaard lýsir støðuna soleiðis : ?Ein skal ikki lata seg
órrógva av royndunum, sum vísa, at tað er sjáldan at hitta eina kvinnu, sum í sannleika er ein veran til fyri onnur, tá ein stór mongd vanliga er als einki, hvørki fyri seg sjálvan ella onnur. Hesa staðfesting hevur hon felags við alla náttúruna, við alt tað feminina sum heild". 5)
Sjálvt um maðurin far nakrar ákoyringar á vegnum, og kvinnan verður prísað fyri sín vakurleika og yndi, so er niðurstøðan greið. Kirkegaard lýsir støðuna við døminum at bera fram bønarorð ella fríggja : ?Maðurin fríggjar (ger fría), kvinnan velur. Kvinnan er sambært sítt hugtak tann yvirvunna, maðurin sambært sítt hugtak tann sigrandi". 6)
Kirkegaard hevur eisini nøkur orð um ta spíranadi kvinnufrígering, íð gjørdi vart við seg. Hann lýsir kvinnuna sum eina avmarkaða stødd, íð er til fyri mannin. Eins og rótin á einum viðabuli er fjald í moldini, soleiðis skal kvinnan liva í tí fjalda og avmarkaða. Hon skal verða mansins dýpi av lívi, verða til fyri mannin, eins og rótin er til fyri blómustelkin og krúnuna.
?Sí, tess vegna hati eg alla hesa vanærisligu talu um kvinnunnar frígering.
Guð forbjóði, at tað nakrantíð má henda. Eg kann ikki siga tær, hvussu stóra pínu hendan hugsanin elvir mær í sálini, men heldur ikki, hvussu tirrandi hatskur, hvussu stórt mál av hatri eg beri mót teimum, sum ditta sær at bera slíkt fram. Tað er mín vón, at teir, íð bera slíkan vísdóm fram, ikki eru snigfundigir sum ormurin, men vanligir tápulingar, hvørs vrøvl ongan skaða kann elva". 7)
Sjálvt um Kirkegaard vanliga er djúpur í síni próvførslu, so tykist hann mær veikur og barnsligur í sínum mótmæli móti kvinnufrígering og javnstøðu.
Hansara orðafloymur flýtur yvir áarbakkan og tekur støðið undan honum, tá hann prógvar síni sjónarmið út frá útsjónd og klædnabúnað.
?Hvat er vakrari enn kvinnunnar ríka hárprýði, enn henda fyllan av hárlokkum. Og tó sigur skriftin (1. Kor. 11,5-12), at tað er tekin um hennara ófullkomuleika og nevnir fleiri próvgrundir. Og er tað ikki soleiðis! Eygleið hana, tá hon boyggir høvur sítt til jarðar, tá flætturnar næstan nema jørðina, og tað sær út, sum um hon næstan var ein blómurunnur, við hvørjum hon var vaksin føst í jørðina, er hon tá ikki ein meira ófullkomin skapningur enn maðurin, sum lýtur upp mót himli og einans ber við jørðina. ...
Eg vil siga við ein slíkan dára, íð prædikar frígering : Hygg, har stendur hon í øllum sínum ófullkomuleika, ein minni verdur skapningur enn maðurin, hevur tú áræði, klipp hárlokkarnar av, - høgg hesar tungu leinkjur - og lat hana renna burtur sum ein galning, eina skemd fyri mannaættina". 8)
Javnstøða frá einum kristnum sjónarhorni
Tað krevst nakað av dirvi at leggja á annan bógv enn Thomas Aqinas og Sørin Kirkegaard. Teirra sjónarmið lati eg standa sum teirra, til tess at lýsa málið út frá einum søguligum sjónarmiðið. Givið er, at teir báðir í síni samtíð hava tosað um evnið frá einum kristnum sjónarhorni. Ivaleyst hava nevndu sjónarmið ávísa undirtøku í okkara egnu samtíð.
Sagt skal verða stutt og greitt, at undirritaði als ikki tekur undir við framførdu sjónarmiðunum hjá Aquinasi og Kirkegaard. Teir vóru børn av síni tíð, og teirra útsagnir eru føddar í tí ljósbrótan, tá tann aboslutti sannleikin varð tulkaður við tátíðarinnar samtíð sum prisma.
Sjálvt um tann aboslutti sannleikin er hin sami og á ein hátt tíðarleysur, so verður hin kristna trúgvin fyrst verulig, tá tann absolutti sannleikin møtir tilveruni, tá tað objektiva verður móttikið í tí subjektiva. Menniskjan er sum subjekt tann leikpallur, sum í tilveruni skal geva tí objektiva rúm, stødd og skap.
Hetta nevnda, at samtíðin er tulkandi prisma, sæst m.a. í tí seinasta Trúboðanum, íð er málgagn hjá Hini Kirkjuligu Heimamissiónini. Í sambandi við ársmøtið og 100 ára føðingardagin hjá HM verður greitt frá einum dana, íð hevur hildið ein áhugaverdan fyrilestur við heitinum ?At drepa heilagar kýr. Sjálvur málburðurin er í so ógvisligur, tí vit eiga at virða eisini tey, íð dýrka tær heilagu kýrnar. Frælsi at vera, skriva og tala innber sínámillum virðing hóast ymiska uppfatan.
Trúboðin sigur : ?Men hóast einki blóð fleyt, so gjørdist tað ein sera áhugaverdur tími kortini. Hann samanbar tær heilagu kýrnar í India við siðvenjurnar, vit hava innan missiónsarbeiðið. Tað vil siga, at alt verður gjørt á ein ávísan hátt, sum tað altíð hevur verið gjørt, og vit loyva ikki nøkrum at gera broytingar". 9)
Rættiliga áhugaverdur lesnaður, íð staðfestur, at hin kristna trúgvin má vera trúgv móti síni samtíð. Tann absolutti sannleikin kemur á jørðini at missa sín statiska dám, ja, verður myndaður av nútíðini. Kristinlívið er ein samanrenning ímillum tað absolutta og tað relativa, og tað er henda samanrenningin, íð myndar tilveruna.
Vit lesa úr Trúboðanum : ?Hann segði, at hetta vóru bara nakrar av teimum heilagu kýrnum, og at neyðugt var at arbeiða við hesum fyri at gleðiboðskapurin skal náa inn til okkara samtíðarfólk". 10)
Tá tann triðja ?heilaga kúgvin" var um bøn og siðvenju, er hetta eitt týðiligt samtíðartekin, tí um bønarstað, form og innihald hevur tann absolutta skriftin nágreiniligar ábendingar í fjallaprædiku Jesu. 11)
Tilvitað er vert at varnast, at kristinlívið er litað av samtíðini, og at tað er tann lesandi, íð tulkar ávís evni ella fyribrigdi sum avgerandi ella av minni týdningi, ? adiafora.
Javnstøða millum kynini frá upphavi
Úr mínum kristna sjónarhorni er javnstøða millum kynini ein sjálvsagdur sannleiki, íð er ankraður í frásøgnini um skapan heimsins og alra livandi skepnu. Sama upphav, sama virði og felags ábyrgd.
Rætt er at syndafallið órógvaði javnstøðuna, so maðurin fekk valdið á kvinnuni. 12) Talan er um eitt avmarkað tíðarskeið, tí í endur-skapanini kemur útgangsstøðið aftur í rættlag. Endurskapanin er gerningur Jesu Krists, tað at frelsa og bjarga menniskju. ?Tí um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt". 13)
Eisini í tí evangelisku prædikuni er sama javnstøða. Hin kristna trúgvin eigur at byggja brýr ímillum kynini og fólkasløg heldur enn múrar. T.d. er tann gylta reglan saman við tí dupulta kærleiksboðnum ein hugmyndafrøðiligur lykil til samskifti og samveru. 14)
Tað er litið menniskjum í hendi at hava ábyrgd av skaparverkinum og tilveruni.
Nú kunnu vit altíð vísa á skriftstøð, íð staðfesta okkara egnu fatan.
Skriftin má lesast í síni heild, áðrenn niðurstøður verða gjørdar. Tulkingin eigur at hava atlit at bæði tekstumhvørvi og søguligari vitan. Og tó loyvi eg mær at nevna trinni skriftstøð.
Skapanin - 1. Mós. 1,26-28
Sagt við einum ávísum broddi er tað at siga, at Guð í fyrstu atløgu ikki skapti mann og kvinnu. Guð skapti menniskjað, - og menniskjan er maður og kvinna.
Hetta sjónarhornið er áhugavert og perspektiverar hugtakið um javnstøðu.
Orðið menniskjan er eitt felagsheiti, íð vísir sama upphav, sama virði og eina felags uppgávu.
Skapanin lýsir ein líkleika, eina javnstøðu og felags endamál. Felagsheitið menniskjan er tvíkynjað, - maður og kvinna.
?Og Guð segði : ?Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórum á jørðini og yvir øllum kriðkyktum, sum skríða á jørðini. Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey. Og Guð vælsignaði tey, og Guð segði við tey: ?Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum, sum rørast á jørðini".
Serliga áhugavert tykist mær at vera: a) Guð skapar menniskjur í síni mynd, - kall og konu. b) Guð vælsignar bæði tvey, - kall og konu. c) Ábyrgdin fyri Guðs væl úr hondum greidda skaparverkið liggur á báðum, - bæði manninum og kvinnuni. Guð nýtir boðshátt í øðrum persóni fleirtal.
Endurskapanin - Jóh. 3,16
Eisini gerningur Jesu ber boð um javnstøðu. Atferð hansara er slóðbrótandi og ókend í samtíðini. Í tí griksk/rómverska heimsríkinum var kvinnan mett hjálparleys og ófullkomin, t.d. Aristoteles. Hjá jødunum vóru kvinnur og børn samleikaleys og tald í einum felagsheiti ?umframt kvinnur og børn".
Jesus tosaði við kvinnurnar, og tær vóru tey fyrstu vitnini um uppreisn hansara páskamorgun.
Endurskapanin er inklusiv og m/k tilvitað : ?Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív".
Evangelisk javnstøða - Gal. 3,28.
Eisini Paulus apostul kendi til evangeliska javnstøðu. Tað er sami Paulus, sum annars lýsir mannin sum høvur kvinnunar.
Sakin er fjøltáttað, og løgið tykist tað mær, um hesi orðini einki hava at siga í orðaskiftinum um javnstøðu millum kynini : ?Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur maður, her er ikki kallur ella kona; tí at tit eru øll ein maður í Kristi Jesusi".
Øll eru ein maður í Jesusi Kristi. Øll eru við í felagsheitinum ?maður", ið staðfestir líkleika og javnstøðu. So eru vit aftur við upp-runan, har øll vóru menniskju, - og menniskjan er maður og kvinna.



Tilvísingar
1) 1. Kor. 11,3.
2) Peter Thielst : ?Kønsrolleideer", Hans Reitzel, Kbh. 1981, s. 37. 39.
3) Peter Thielst s. 39.
4) Peter Thielst s. 40.
5) Peter Thielst s. 69.
6) Peter Thielst s. 70.
7) Peter Thielst s. 72.
8) Peter Thielst s. 73.
9) Trúboðin 2004/nr. 9, s.1.
10) Trúboðin 2004/nr. 9, s.1.
11) Matt. 6,5-15.
12) 1. Mós. 3,16.
13) 2. Kor. 5,17.
14) Tann gylta reglan, Matt. 7,12 : ?Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí hetta er lógin og profetarnir". Tað dupulta kærleiksboðið, Matt. 22,37-39 : ?Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum! Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg".

Jógvan Fríðriksson