Javnstøða á eldrráðslistanum

18 fólk hava stillað upp til eldraráðið í Havn

Fríggjadagin var freistin at stilla upp til eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu, og valevnini eru níggju kvinnur og níggju menn.
Tey flestu valevnini búgva í Havn, á Argjum og í Hoyvík, men onkur valevnini eru frá útjaðaranum eisini.
Veljast skulu fimm limir og fimm varalimir.
Áðrenn listin verður kunngjørdur, skulu valevni og stillarar góðkennast av sosialu nevnd.
Valið fer fram við brævatkvøðu, og øll sum eru yvir 60 ár fáa sendandi vallistar.
1. januar búðu 3817 fólk frá 60 árum og uppeftir í kommununi.
Freistin at atkvøða er úti 30. november klokkan tólv.