Javnleikurin størsti sigurin í ár

VB/Sumba fekk eitt stig úr dystinum, og tað var nóg mikið til at tryggja teimum eitt ár aftrat í deildini. Dysturin var tættur og spennandi, Skála var omaná men VB/Sumba stríddi seg til javnleik


 
Skála hevði onki at spæla fyri. VB/Sumba hevði alt at spæla fyri. Tað var høvuðsmunurin á liðunum báðum, sum fóru á vøllin á Skála leygardagin. Men hesin munur sást tó ikki aftur á vøllinum. Bæði liðini stríddu manniliga og javnleikur var helst rætta úrslitið, tá saman um kom, hóast Skála var oman á stórar partar av dystinum.
 
Tilvildin setti hol á
Skála sat oman á allan fyrra hálvleik. Teir royndu eisini at trýsta VB/Sumba og finna okkurt hol í verjuni, men tað var trupult. Stórur partur av hesum skal síggjast aftur í tí, at VB/Sumba verjan hevði skipað seg við sweepara.
Hetta gjørdi liðið eisini seinast, tá teir spældu móti NSÍ og vísir hetta seg at riggað væl. Hin parturin av orsøkini til vantandi málmøguleikar til Skála var, at teir vóru ov grammir. Ferð aftan á ferð rann Skála seg í rangstøðu, og annars var tað oftani seinasta sendingin, sum vantaði, fyri at teir av álvara sluppu framat.
Tí var tað rættiliga symptomatiskt fyri dystin, at málið sum Skála trýsti so nógv eftir at fáa, kom eftir ein deyðbólt, sum av reinari tilvild endaði í netinum.
Skála fekk eitt fríspark miðskeiðis millum miðjuna og brotsteigarmarkið. Levi Hansen leggur bóltin niðan móti brotsteiginum. Bólturin støkkur einaferð niður í svørðin, men ongin tekur hann, og so støkkur hann uppaftur einaferð har heldur ongin tekur bóltin, og áðrenn nakar visti av, lá bólturin í netinum aftan fyri Marcin Dawid.
Eitt serstakliga tilvildarligt mál, sum fekk Skála-viðhaldsfólkini at smílast og frøðast, men sum sveið hjá suðuroyingum, tí hatta átti ikki at komið fyri.
 
Aftursvar
Leiðslan helt sær til hálvleiks og eisini eitt korter inn í seinna hálvleik við. Tá megnaði VB/Sumba at svara aftur. Tá høvdu tingini riggað betur hjá suðuroyingum eina løtu, og tí var tað helst ikki av eini leið, at teir javnaðu tá.
Eitt innlegg varð sent inn fyri og við handaru stong stóð Jón Krosslá Poulsen. Hann fekk tíð at leggja bóltin niður, áðrenn hann smekkaði hann hart inn við handaru stong, til ovurhondsstóra frøði hjá suðuroyingum.
Merkisvert var annars at hefta seg byrjunaruppstillingina hjá Skála. Bjarni Jørgensen, Alexandur Johansen og Pauli G. Hansen byrjaðu allir á beinkinum, men hesir komu allir inn í seinna hálvleiki. Tá riggaði eisini betri hjá Skála enn tað gjørdi í fyrra hálvleiki, men kortini fekk VB/Sumba javnað, tá umleið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki.
 
Yvirlivingin ein veruleiki
Fleiri mál enn hesi bæði komu ikki í dystinum. Ikki tí, bæði liðini royndu at gera sítt til at vinna dystin, men meiri spurdist ikki burtur úr enn tað sama.
Tískil endaði dysturin við at liðini býttu stigini sína millum. Men javnleikurin leygardagin er uttan iva størsti sigurin hjá VB/Sumba í ár. Teir hava nú varðveitt sæti í bestu deildini minst eitt ár aftrat og tað er ikki yvir at dylja, at hetta hevur ovurhondsstóran týdning fyri fótbóltin í Suðuroynni.
Framman undan hevur árið í ár roynst stak illa hjá hinum vaksnamannadeildunum, og hevði besta liðið úr oynni endaði í 1. deild, hevði tað verið steinur oman á byrðu.
Trupult er at ímynda sær, at Suðuroyggin ikki hevði verið umboðað í landsins bestu deild, men tað sleppa vit nú undan at gera, tí yvirlivingin er ein veruleiki.