Hondbóltur
Kyndil-KÍF 23-23 (13-10)
Byrjanin hjá besta mansliðnum hjá Kyndli hevur ikki verið nakað at reypa av hetta kappingarárið.
Tvey stig úr trimum teimum fyrstu dystunum er ikki nakað, sum sigursvandu havnarmenninir eru vanir við, og ætlanin var uttan iva at betra um úrtøkuna, tá teir leygardagin fóru til Vestmanna.
Skerdir
Kyndilsliðið var tó nakað skert undan dystinum, tí bæði Regin Petersen og Hans Áki Dal-Christiansen fingu reytt kort móti Neistanum, og máttu tískil sita uttanfyri hendan dystin. Hans Áki fekk annars leikbann í tveir dystir, so hann verður heldur ikki tøkur til komandi dyst.
Einki er at taka seg aftur í, at hetta nervaði kyndilsliðið, og serliga tóktist hetta at koma illa við í verjupartinum.
Hesin riggaði nevnliga sera illa í stórum pørtum av dystinum, og hetta dugdu kollfirðingar eisini at gera sær dælt av. Serliga var tað leikandi venjarin, sum fekk nyttu burtur úr leysu markeringunum, og var tað ikki fyri ein væl leikandi Jens Skipagøta í málinum, so hevði leiðslan hjá kollfirðingum ivaleyst verið tvísiffrað í hálvleikinum.
Nú var hon ikki meira enn trý mál, og hetta eiga kyndilsmenn at vera fegnir um. Ikki tí, Óla Christian stóð eisini væl í KÍF málinum, har tað serliga vóru vengurnir, sum misnýttu opnar møguleikar, men til hetta hoyrir eisini, at skotini frá teimum ikki sótu serliga væl.
At tað lá somikið illa fyri hjá Kyndli í síðunum, viðførdi eisini, at KÍF í stóran mun bert hugsaði um at verja fyri mið- og bakspælarunum hjá Kyndli, og hetta eydnaðist eisini sera væl. Bjarni Wardum fekk als ikki tað burturúr, sum hann er vanur við, og Jónleif Sólsker hevði bart sagt ein vánaligan dag.
Sophus vendi dystinum
Sum nevnt, so var KÍF á odda við trimum málum í stegðinum, og beinan vegin eftir steðgin fóru teir eisini undir at útbyggja hesa.
At tað at enda eydnaðist Kyndli at bjarga øðrum stiginum, var serliga einum leikara at takka. Kyndils venjarin, Sophus Dal-Cristiansen, hevur ikki spælt sjálvur seinnu árini, men hesu ferð sá hann sær ongan annan útveg enn sjálvur at fara á vøllin.
Í síni tíð mundi hann vera ein av bestu vongspælarunum í landinum, og hann prógvaði eisini leygardagin, at hesi evni enn ikki eru gloymd.
Vongspælið hjá Kyndli gjørdist beinan vegin meira ágangandi, eftir at hann kom inn, ogh umframt einsamalla málið, sum hann fekk á dómaraseðlinum, var hann eisini upphavið til eini trý av teimum átta brotskøstunum, sum Kyndil fekk í seinna hálvleiki.
Serliga eitt av hesum fekk øði í kollfirðingar, og spurningurin er, um ikki hetta kostaði teimum sigurin. Støðan var tá 22-20 til KÍF, og Kyndil hevði júst fingið ein mann útvístan. Í álopsroynd síni fingu teir tó tillutað brotskast, men hetta vóru teir á heimaliðnum als ikki nøgdur um. Endin var, at tveir av teimum hjá heimaliðnum fingu tveir minuttir á beinkinum, og so kundi Kyndil togað seg upp á javnt.
Kollfirðingar fingu tó enn einaferð lagt seg á odda, men í seinastu álopsroynd síni fekk Kyndil aftur tillutað brotskast. Bjarni Wardum mundi vera kaldasti maður í Vestmanna, tá hann skrúvaði bóltin út um málverjan, áðrenn hann stiklaði inn í málið til endaliga javnleikin.
Nógv væntar í
Sum nevnt í byrjanini, so hevur Kyndil langt í frá fingið nakra ynskisbyrjan, og tað skal eisini nógv broytast, um teir í ár skulu gerast gullkandidatar.
Komandi vikuskifti skulu teir inn á Skála at royna seg, og uttan Hans Áka, sum framvegis er leikbannaður, verður hetta ivaleyst ein sera møtumikil uppgáva.
Størsti trupulleikin hjá liðnum tykist í løtuni at vera, at teir í alt ov lítlan mun megna at spæla seg ígjøgnum í álopspartinum.
Alt ov stórur partur av ábyrgdini fyri málskjóting hongu á herðunum hjá Bjarna, men møguliga verður hetta broytt, tá Regin Petersen aftur er tøkur. Leygardagin hekk verjuparturin heldur ikki nóg væl saman. Møguliga tí teir ikki kundu nýta Hans Áka sum bylgjubrótara.
Fara at loypa hvøkk á
Avriki hjá KÍF skal tó als ikki forsmáast, tí teir vístu so sanniliga eisini tenn leygardagin.
Eftir dystin vóru tað eisini teir, sum høvdu nógv størstu orsøkina at iðra seg, tí so at siga allan dystin høvdu teir tamarhald á støðuni.
Leikandi venjarin tykist vera bæði ein góður skjútti og ein frálíkur hondbóltsleikari, sum gevur teimum nógv fleiri streingir í álopspartinum. At Eddie er komin aftur í aftur viðførir eisini, at hóttanin móti mótstøðumálinum gerst nógv størri, og ivaleyst fæst enn meira nytta burtur úr honum, tá Finn Heri aftur verður tøkur á strikuni. Alt hetta ger eisini, at minni ábyrgd liggur á herðunum hjá tvær ferðir Petur Martini og so Jákupi Dam, og hartil verður liðið heldur ikki eins nær tengt at avrikunum hjá Óla Krstiani í málinum.
Einasti vansin tykist vera, at enn er orkan ikki nóg góð til at koyra við fullari ferð í samfullar 60 minuttir, men hetta kemur ivaleyst, so hvørt sum árið líður, tað eigur ikki at loypa hvøkk á nakran, um KÍf fer at gera fortreð við fleiri av teimum liðunum, sum framman undan vórðu roknaði fyri favorittar.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Tomic Durica 9(5), Eddie Joensen 4, Petur Martin oulsen 4, Petur Martin Johansen 2, Vagnur Johannesen 2, Jákup Dam 1, Kristian Madsen
Kyndil: Bjarni Wardum 10(7), Uni Wardum 5, Jónleif Sólsker 4(2), Rúni Poulsen 3, Sophus Dal-Christiansen 1
Brotskøst: KÍF 6, Kyndil 10
Útvísingar: KÍF 4, Kyndil 2
Dómarar úr H71: Petur Skeel Dahl og Kristian Martin Skála