Javnleikur í Vági

Tað var í allar mátar ein javnur og spennandi dystur millum VB og Kyndil í Vági sunnudagin. Úrslitið var javnelikur 23-23.

VB og Kyndil tykjast í løtuni verða tey bæði liðini, ið kunnu geva Neistanum mótstøðu hetta kappingarárið. Til eitt vist, so spentu liðini bein fyri hvørjum øðrum við at spææak javnleik, men tað vísur eisini hvussu lítið skilur VB og Kyndil.
VB var næstan allan dystin á odda við einum og tveimum málum. Serliga var Marijana Trbojvic eyðsýnd á VB liðnum í fyrra hálvleiki, har hon skoraði øll síni seks mál.
Tá farið var til hálvleiks var støðan 13-11 til heimaliðið.
Í seinna hálvleiki helt VB fram við at verða ein fót frammanfyri til miðskeiðis í hálvleikinum, tá Kyndil megnaði at javna. Men aftur legði VB seg á odda og kundi og skuldi helst havt avgjørt dystin í seinastu minuttinum.
Tað eydnaðist tó Kyndil at koma upp á 23-23 áðrenn dysturin endaði.
Úrslitið merkir, at bæði liðini missa í mun til Neistan, sum vann greitt á Stjørnuni. VB er á øðrum plássi við fimm stigum fyri fýra dystir, meðan Kyndil hevur trý stig fyri tveir dystir.

VB-Kyndil 23-23 (13-11):
VB: Rannvá Johannesen 7, Marijana Trbojvic 6, Gurið Mortensen 4, Helga Eyðunsdóttir 4, Christina Holm 2
Kyndil: Guðrið G. Eysturberg 7, Ásleyg Súnadóttir 4, Randi Wardum 3, Anja Heinadóttir 2, Anna Brimnes 2, Birita Mortansdóttir 2, Turið Arge 2, Anna Sofía Mohr 1