Tað stendur á jøvnum millum Barack Obama, forseta teir báðar fremstu kappingarneytarnar hjá republikanarunum. Ein nýggj kanning vísir, at skulu Obama og Mitt Romney, fyrrverandi guvernørur í Massachusetts, kappast um forsetaembætið, fáa teir 45 prosent av atkvøðunum í part.
Myndin er næstan tann sama, um valið fer at standa millum Obama og Rick Perry, guvernør í Texas. Í hesari kappingini fær Obama 45 prosent og Perry 42 prosent.
Politiskir eygleiðarar í USA vænta, at tað verður annaðhvørt Mitt Romney ella Rick Perry, sum verður forsetavalevni hjá republikanarunum næsta ár.