So er kappingarárið hjá Viljormi Davidsen, Halli Hansson og hinum spælarunum sum hava kappast í niðurflytingarbólkinum í donsku superliguni liðugt.
Seinastu dystirnir í niðurflytingarbólkinum vóru leiktir fyrr í dag.
AC Horsens eru fyri langari tíð síðani staðfestir niðurflytarar til næstbestu deildina, og í dag var tað eitt koronu-rakt lið hjá Horsens sum spældi á útivølli móti OB. Støðan var 0-0 til 35 minuttir vóru farnir, men so fekk OB tvey skjót mál, og í seinna hálvleiki øktu fjónbúgvarnir við tveimum málum so OB vann 4-0. Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens, ið eftir øllum sólarmerkjum var hansara seinasti dystur fyri felagið.
Viljormur Davidsen fekk 66 minuttir á vøllinum til hann var skiftur út við Pierre Bengtsson, ið fyrr í vikuni var vrakaður til svenska EM-hópin. Dysturin millum Vejle og Lyngby á vøllinum í Nørreskoven í Vejle endaði við javnleiki 2-2.
Arbnor Muculli legði Vejle á odda 1-0 tá 25 minuttir vóru farnir, men tá liðini fóru til steðgin var Lyngby á odda 2-1. Wahid Faghir javnaði til 2-2 tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. 2-2 gjørdist úrslitið og liðini fingu eitt stig hvør. Lyngby flytur niður og Vejle hevur avgreitt málsetningin, ið var at yvirliva í bestu fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Við metinum sum útlendingurin við flest dystum fyri besta liðið hjá Vejle vann Viljormur ein týðandi persónligan sigur, men hann hevur í tíðarskeiðum fingið alt ov lítla spælitíð. Tann spælitíðin fór til Pierre Bengtsson sum kortini ikki fekk val til svenska EM-landsliðið.
Nú vera Viljormur og Hallur væntandi úttiknir til venjingardystirnar móti Íslandi 4. juni og Liktinstein 7. juni áðrenn teir sleppa í eina væl uppiborna summarferiu.
##med2##