Javnleikur til Rógva

Eftir eina sera góða kappingarbyrjan er Hødd seinastu vikurnar skramblað nakað nógv niður á stigatalvuni í næst bestu norsku deildini. Sunnudagin vann felagið sær tó eitt stig, tá dysturin móti Sandefjord endaði við 2-2 javnleiki. Joachim Magnussen skoraði bæði málini fyri Hødd, og var annað av hesum upp á brotsspark. Fyri viku síðani misnýtt Rógvi Jacobsen brotsspark, og tí var skjúttin skiftur hesaferð.