Javnleikur til Øssur og Odd á útivølli

Enn ein javnleikur til B1908 í triðbestu donsku fótbóltsdeildini

Øssur Dalbúð og Oddur Højgaard vóru báðir við, tá B1908 í triðbestu donsku fótbóltsdeildini spældi javnleik 2-2 á útivølli ímóti Holbæk.

 

Øssur Dalbúð var ikki millum málskjúttarnar hjá B1908 á hesum sinni. B1908 var annars á sigurskós til 82 minuttir vóru farnir. Tá hevði B1908 eina 2-0 leiðslu, men seinastu átta minuttirnar fekk Holbæk tvey mál, og harvið javnleik 2-2, og eitt stig.

 

B1908 er á 10. plássi í 2. deild eystur við 33 stigum, bert eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Seks tey niðastu liðini í triðbestu deildini flyta niður í samband við umleggingina av kappingini til komandi kappingarár.