Javnleikur til Frem

Frem tók ímóti Lyngby á Valby Idrætspark í dag. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, støðan í hálvleikinum var 0-0. Føroysku landsliðsspælarnir, Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen spældu allan dystin fyri Frem.

 

Tað var fult uppiborið tá Frem legði seg á odda í 73. minutti. Søren Weibel stútaði eina høga sending frá Thomas Krause á træverkið. Returbólturin støkk út til Søren Weibel aftur, sum á øðrum sinni stútaði bóltin í netið til 1-0 leiðslu til Frem.

 

Tað gingu tó bert 6 minuttir til Brian Hamalainen javnaði fyri Lyngby, aftaná hornaspark. Frem liggur nú sum nummar 9 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 24 stigum. Komandi dystur hjá Frem er ímóti Thisted á útivølli.