Javnleikur til Claus

Blackpool spældi leygardagin javnt ímóti Southampton í næstbestu ensku fótbóltsdeildini

Blackpool spældi á heimavølli, og 9.050 fólk vóru til dystin. Claus Bech Jørgensen spældi við hjá Blackpool frá byrjan, og øll málini í dystinum vóru komin, tá ið hann 20 minuttir fyri leiklok varð skiftur út. Blackpool fekk fyrsta og seinasta málið í dystinum, sum endaði 2-2.