Javnleikur á Sandi

B71 tók í dag ímóti VB/Sumba heima á Sandi, og tann dysturin endaði við málleysum javnleiki.

 

Undan steðginum gekk rættiliga javnt á millum liðini. Kanska hevði VB/Sumba heldur meir av spælinum, meðan B71 tóktist heldur næskari, tá teir nærkaðust málinum. Hvørki av liðunum fekk tó bóltin í netið, og tí stóð á jøvnum 0-0 í hálvleikinum.

 

Seinni hálvleikur var at kalla líka sum fyrri hálvleikur. Tað gekk javnt á millum liðini stóran part av hálvleikinum, og heldur ikki í seinna hálvleiki megnaði nakað av liðunum at fáa bóltin í málið.

 

Sostatt endaði dysturin við málleysum javnleiki, og hetta ger, at liggur á næstaftasta plássi, meðan B71 liggur í miðjuni á stigatalvuni.

 

B71-VB/Sumba 0-0 (0-0)