Javnleikur millum Jóan Símun og René

Vejle er nú oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Føroyingamøti varð í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ígjár. Vejle og Vendsyssel FF hittust á Nørreskoven leikvøllinum í Vejle. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Hakan Redzep legði Vejle á odda, tá ein hálvur tími var farin av dystinum. Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik javnaði Rune Frantsen fyri Vendsyssel FF. 

 

Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin á tamb fyri Vejle, meðan René Shaki Joensen fekk 80 minuttir á vøllinum fyri Vendsyssel, áðrenn hann var skiftur út. Hallur Hansson, sum hevur verið eyðsýndur fyri Vendsyssel FF hetta kappingarárið, hevði leikbann til dystin ígjár. 

 

Bæði Vejle, Lyngby og Vendsyssel FF hava 18 stig. Vejle hevur besta málmunin. Fredericia við Rógva Baldvinsson í hópinum er á fjórða plássi við 15 stigum. Fredericia tekur ímóti HB Køge klokkan 14 í dag.