Oddadysturin vesturi á Eiðinum í Vági millum FC Suðuroy og AB endaði við javnleiki 2-2. Støðan í hálvleikinum varð 1-0 til AB.
Alex Mellemgaard legði AB á odda, tá 38 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Tá 69 minuttir vóru farnir, javnaði Súni úr Hørg til 1-1. Seks minuttir seinni varð bríkslað fyri brotssparki til AB, sum Milan Culjic setti í netið til 2-1 til AB. Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði John T. Poulsen til 2-2, sum gjørdist endaliga úrslitið.
FC Suðuroy hevur 33 stig fyri 13 dystir, TB hevur 29 stig fyri 12 dystir, meðan AB hevur 28 stig fyri 12 dystir.