Javnleikur lyfti bæði

At EB/Streymur og TB spældu javnt í gjár, forðaði liðunum í at taka seg so langt fram, sum báðir partar óivað høvdu hugsað sær, men tó munaði eitt stig í part so mikið, at bæði fluttu eitt pláss fram á stigatalvuni

EB/Streymur - TB 2-2 (1-1)

Hóast tað tvær ferðir eydn­aðist EB/Streymi at leggja seg á odda í heima­dystinum við Margáir í gjár, tá TB vitjaði, endaði dysturin við javnleiki, sum man vera eitt úrslit, gestirnir betur kunnu liva við enn vertirnir.
Trupulleikin hjá EB/Streymi var kanska, at málini í báðum førum komu so tíðliga, at liðið ikki beinleiðis kendi seg trýst til at skunda sær at fáa eitt aftrat, tí 1-0 bleiv tað bara fimm minuttir inn í dystin og 2-1 bara seks minuttir eftir steðgin.
– Vit byrjaðu væl í fyrra hálvleiki, men lovaðu teim­um inn, tá vit høvdu skorað, og tað sama var í seinna hálvleiki. Aftur í dag høvdu vit kjansin at lukka dystin, men kláraðu tað ikki, hóast vit vóru á odda tvær ferðir, og so javnaðu hinir til síðst, ásann­aði liðformaðurin hjá EB/Streymi, Hans Pauli Samuelsen, eftir dystin.

Reyð fyrigeving
Sum sagt, byrjaði dysturin væl hjá EB/Streymi, tí minni enn fimm minuttir vóru farnir, tá Leif Niclasen fór allan vegin frá vinstra bakki og fram, til hann inni í TB-brotsteiginum sendi bóltin í málið. Leiðslan helt sær, til bara tveir minuttir vóru eftir til hálvleiks, tí tá javnaði Rógvi Joensen fyri TB við einum skoti frá brotsteigarmarkinum.
Seinni hálvleikur byrjaði upp á sama máta, tí eftir eina sending úr vinstru síðu og eitt sindur aftur og fram inni í brotsteiginum, fekk Gunnar Zachariasen skot á og legði EB/Streym á odda aftur. Hesaferð helt leiðslan sær til góðir 10 minuttir vóru eftir, tá Poul Ingason fekk skallað bóltin í mál til 2-2, sum eisini bleiv endaliga úrslitið.
– Tað var øgiliga gott at fáa sett handa bóltin í málið, tí tað tryggjaði okkum eitt stig. EB/Streymur hevði helst fleiri kjansir enn vit, men vit brúktu okkara betur, segði Poul Ingason, sum í seinasta minutti av vanligu tíðini fekk sítt seinna gula kort og tí mátti út.
– Hetta var nokk skjótari fyrigivið, enn tað plagar, tí eg stutt frammanundan hevði skorað til 2-2. Sum dysturin gekk, vóru vit nøgdir við at fáa eitt stig frá føroyameistarunum, hóast vit sjálvandi helst vildu havt øll trý. Men ein javnleikur er eisini eitt gott úrslit, so eg haldi, at vit eru nøgdir við tað.

Skora ov lítið
Nú seks dystir eru spældir, hevur EB/Streymur fingið ta vanligu byrjanina, ið sjáldan er serliga góð. Fimm stig eru á kontuni, men málúrtøkan lyfti sundalagsmenn upp um niðurflytingarstrikuna, so liðið býtti um pláss við 07 Vestur, ið eisini hevur fimm stig, men verri málúrtøku.
– Ofta byrja vit kappingina illa, og soleiðis sær eisini út nú, men tað má bara ikki gerast ein vani hjá okkum, sigur Hans Pauli Samuelsen, ið kundi hugsað sær, at fleiri stig komu til høldar.
– Trupulleikin er bara, at vit skora ikki nóg nógv, og hesaferð høvdu vit so eisini tann trupulleika, at seinna málið hjá teimum, sum kostaði okkum tvey stig, var eitt kiks hjá okkum sjálvum.