Føroyska manslandsliðið spældi í dag 26-26 móti Luksemborg.
Føroyar spældi í dag seinna dystin í mini-kappingini í Luksemborg. Talan gjørdist um ein javnan dyst, har føroyska liðið var á odda næstan allan dystin. Seinastu løtuna var føroyska liðið á odda við tveimum, men í evstu løtu fekk Luksemborg tvey mál, meðan okkara einki fingu.
Úrslitið kemur væl við, eftir at føroyska liðið tapti stórt í gjár fyri Belgia.