Javnleikur í spennandi dysti á Hálsi

Neistin misti greiða leiðslu ímóti VÍF.

Eftir kvinnudystin ímillum Neistan og VÍF, sum endaði 28-21 til Neistan, vóru tað mansliðini hjá hesum báðum feløgum, ið áttu tørn. Dysturin byrjaði klokkan 16.

 

Neistin er nummar seks í FTZ-deildini og hevur ikki tað stóra at spæla fyri, meðan VÍF er á øðrum plássi, ið sum kunnugt viðførir eitt finalupláss, og tískil høvdu vestmenningar alt at spæla fyri. Tað sást tó ikki aftur í serliga fyrra hálvleiki, har Neistin eitt skifti var á odda heili 15-7. Tó megnaði VÍF at fóta sær somikið, at hálvleiksstøðan gjørdist 15-12. 

 

Í seinna hálvleiki helt VÍF áfram við at eta leiðsluna hjá Neistanum upp. Eftir 34 minuttir javnaðu vestmenningar til 15-15, og eftir hetta fylgdust liðini á máltalvuni restina av dystinum. Endaliga úrslitið gjørdist 30-30 í einum sera spennandi dystum við nógvum málum.

 

Málskjúttarnir vóru hesir:

 

Neistin: Sjúrður K. Thomasen 5, Rói Berg Hansen 5, Hjalti í Jákupsstovu 5, Teis Horn Rasmussen 4, Pætur Mikkjalsson 4, Andras Joensen 3, Rasmus Müller 2, Torkil Hentze 1 og Terji Mørk 1.

 

VÍF: Filip Jojic 11, Áki Egilsnes 6, Nicklas Selvig 4, Hanus Christophersen 4, Julian Olsen 3, Sjúrður Olsen 1 og Niklas Simonsen 1.