Julian Johnsson og liðfelagarnir í Hull spældu leygardagin fyrsta heimadystin í júst byrjaða kappingarárinum. Dysturin var móti Plymouth, og úti við 11.000 áskoðarar vóru komnir til stadion at hyggja at nyggja liðnum hjá Hull, sum hesa ferð hevði seks leikarar, sum eru komnir til felagið í summarsteðginum. Teirra millum er Julian Johnsson, sum aftur hesa ferð spældi samfullar 90 minuttir fyri Hull.
Áskoðararnir fingu tó ikki sigurin, sum tey høvdu vónað at sæð, men hinvegin fingu tey í øllum førum prógv fyri, at Hull hevur eitt sera sterkt lið í ár. Sambært bretsku fjølmiðlunum sat Hull fullkomuliga á dystinum, og ikki minst í seinna hálvleiki stóð nógv á hjá gestunum.
Við eini stinnaru verju og einum frágera væl leikandi málverja eydnaðist tó Hull at halda tætt, og ivaleyst mundu teir vera betri nøgdir enn heimaliðið um einsamalla stigið.