Ongland
Hóast hetta vikuskiftið var eitt sonevnt FA-cup vikuskifti, so merkti tað ikki, at allur liga fótbóltur lá lamin av teirri orsøk. Summi av liðunum, sum ikki eru við i steypakappingini longur, høvdu dystir á skránni, og millum hesi var Hull. Hesa ferð spældu teir á útivølli móti Torquay. Torquay er annars á næst niðasta sessinum í deildini, og tað er helst ikki fyri fótbóltsliðið, men heldur fyri Fawlty-Towers sendirøðina hjá John Cleese, at býurin er vorðin kendur út um bretsku landoddarnar.
Hóast tað sostatt á pappírinum skuldi verið ein yvirkomulig uppgáva hjá Julian og teimum, so megnaði Hull bert at fáa eitt stig við sær heimaftur leygardagin. Eftir at teir júst sum ætlað høvdu lagt seg á odda, var tað heimaliðið, sum tók yvir. Sambært bretsku miðlunum var talan kanska ikki um so vakurt fótbóltsspæl, men heimaliðið stríddist nógv betri, og tað var fult uppiborið, at teir javnaðu á tímanum.
Seinasta hálva tíman hevði heimaliðið eisini fleiri møguleikar at leggja seg á odda, men Paul Musselwhite í málinum hjá Hull hevði fleiri góðar bjargingar, og tó at venjarin royndi at broyta liðið við trimum útskiftingum, m.a. við at taka Julian Johnsson út 15 minuttir fyri leiklok, so broytti hetta lítið.
Tað eydnaðist tó Hull at halda fast um eina stigið, og tað man so vera betri enn einki, men í longdini skulu fleiri sigrar inn á kontina, um dreymurin um beinleiðis uppflytan hjá liðnum skal gerast veruleiki.