Javnleikur á Hálsi

H71-Tjaldur 29-29 (14-14):

Tjaldur tekur áhaldandi stig frá ovaru støddu liðunum, men hesa ferð kundi javnleikurin tó ikki nýtast til nakað

 

Hondbóltur ? menn


Javnleikur gjørdist úrslitið, tá hoyvíkingar sunnudagin tóku ímóti Tjaldri í bestu mansdeildini.

H71 var annars at meta sum favorittur undan dystinum, men tá alt kom til alt, so skulu teir kortini vera fegnir um, at tað hóast alt eydnaðist teimum at bjarga øðrum stiginum.

Seinstu løtuna av dystinum vóru tað nevnliga gestirnir, sum stóðu sterkari í myndini, men við góðum málverjaspæli frá Levi Nybo eydnaðist kortini heimaliðnum at halda fast um stigini.


Misjøvn úrtøka

Talan var annars um ein rættiliga javnan dyst, har liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna. Tá munurin var størstur, var hann tvey mál, og tó at báðir partar royndu snildir av ymsum slag, so eydnaðist ongan tíð at slíta seg leysan.

Soleiðis helt spenningurin sær heilt til endan av dystinum, og tó at eingin vinnari kundi finnast, so var tað ymiskt, hvat liðini fingu burturúr.

Fyri runavíkingar kann einsamalla stigið nevnliga ikki nýtast til nakað, sum støðan er í løtuni. Teir høvdu nevnliga ein javnleik á kontini frammanundan, og sum skipanin er uppbygd við grund- og endaspælið, so kostar tað altso aðru hvjørja ferð at spæla javnt.

Hjá hoyvíkingum er støðan hin øvugta. So leingi teir ikki spæla aðrar javnleikir, so merkir javnleikurin tað sama á stigatalvuni, sum ein sigur vildi gjørt, men hóast hetta so munnu teir neyvan vera heilt nøgdur um javnleikin. Munin niður til fjórða fingu teir tó økt um, og soleiðis sum úrslitini tykjast laga seg, stevna teir framhaldandi móti bronsumerkjunum.



Dysturin í tølum

H71-Tjaldur 29-29 (14-14):

Málskjúttar:

H71: Bjarni Wardum 6, Halgir Dahl Olesen 6(1), Kristjan Petursson 5, Finnur Hansson 4(2), Olaf Vestergaard 2, Hallur Danielsen 2, Peter Rosbach 2, Janus M. Joensen 2

Tjaldur: Dragisa Stojovic 7, Hartvig Joensen 6(4), Zoran Zarcevic 5(2), Sverri Justinussen 5, Ken Bærentsen 5, Mortan Hansen 1

Brotskøst: H71 4, Tjaldur 7

Útvísingar: H71 2, Tjaldur 1

Diskvalifikatiónir: H71 1 (Beinleiðis reytt til beinkin), Tjaldur 1 (Beinleiðis reytt)