Jónas Tór Næs og liðfelagarnir í Frem spældu í dag grannauppgerð ímóti Hvidovre í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan í dystinum. Anders Clausen legði Hvidovre á odda 1-0, tá 23 minuttir vóru farnir. Stutt undan steðginum javnaði Søren Weibel fyri Frem.
Frem hevur nú 10 stig fyri 13 dystir, men enn liggja teir undir niðurflytingarstrikuni. Gongdin er kortini munandi frægari seinastu dystirnar, enn við kappingarbyrjan, tá liðið tapti frá hond.










