Javnleikur í føroyingauppgerð

FC Amager hevði annars skotið seg á sigurskós, tá Anders Jochumsen við tveimum málum fyrsta hálva tíman hevði gjørt sítt dagsverk.

Tommy Olsen hjá Frem er tó eisini vanur at skjóta mál, og tað gjørdi hann aftur í dag. Frem hevði stórt trýst á FC Amager málið, og eina ferð hvørju megin steðgin slapp hann á máltalvuna.

Seinastu løtuna royndi FC Amager at trýsta, men nærri enn einum skoti frá Jochumsen á tvørtræið komu teir ikki.