Fótbóltur
Intensitetur plagar oftani at vera høgur, tá NSÍ og GÍ takast í tí, sum av nógvum verður rópt eysturoyaruppgerðin.
Soleiðis var eisini hesaferð, og við nógvum nærdystum, spentum støðum og einum reyðum korti livdi dysturin í Gøtu eisini upp til vónirnar í so máta.
Dramatikkinum syrgdi Hans Jørgen Djurhuus fyri, tá hann sá gula kortið fyri aðru ferð í dystinum, og so gjørdist talan um rættiligt NSÍ-trýst seinastu løtuna.
Trýstir seinastu løtuna
Undan hesum hevði talan tó fyri tað mesta verið um eitt rættiliga javnan dyst í Sarpugerði.
Gøtumenn vóru kanska teir stinnaru undan steðginum, men talan var um fleiri møguleikar báðar vegir, og málverjarnir vóru á ongan hátt arbeiðsleysir.
Tað eydnaðist tó hjá GÍ at leggja seg á odda, tá Poul Ennigarð stútaði eitt innlegg í kassan, og við leiðsluni kundi GÍ hampuliga róliga fara at hvíla seg í steðginum.
Leiðslan gjørdi eisini sína ávirkan á spælið eftir steðgin. Gøtumenn lógu nú nakað aftari á vøllinum, og royndu soleiðis heldur at binda um heilan fingur. Av tí sama gjørdist tað eisini so sum so við skipaða fótbóltsspælinum. Men hóast trýstið frá gestunum, so mundu teir í GÍ iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast í leiðsluni. Eitt nú var Sverri Jacobsen um reppið at økja til 2-0, men í evstu løtu fekk Pól Thorsteinsson ruddað á strikuni, og ístaðin var tað NSÍ, sum kundi javna stutta løtu seinni.
GÍ hevði annars ikki tað stóra at vera bangnir um, tá teir áttu fríspark frammarliga á vøllinum, men brádliga gekk heilt skjótt hinvegin. Runavíkingarnir fóru við fullari ferð niðan, og tá Christian Høgni so varð sendir avstað, sveik hann ikki álitið.
Og tá GÍ so løtu seinni misti Hans Jørgen Djurhuus, stóð knappliga heilt nógv á. Runavíkingarnir, sum høvdu greiða stevnu um trý stig, trýstu av øllum alvi, men talan gjørdist tó ikki um teir heilt stóru møguleikarnar. Heldur ikki í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fall nøkur avgerð, og so máttu liðini semjast um eitt stig í part.
Bæði mistu
Sum so kundu báðir partarnir ikki kenna seg heilt snýttar við stigabýtinum, men tað skerst ikki burtur, at trý stig høvdu verið ógvuliga kærkomin fyri bæði. Ikki minst hjá NSÍ, sum enn hevur eitt fitt petti eftir, áðrenn teir kunnu rópa seg fyri part av oddastríðnum.
Soleiðis, sum úrslitini hjá GÍ hava verið í ár, so er ein javnleikur í Gøtu tó eingin vanlukka. Gøtumenn tykjast nú aftur at leita sær á gamlar slóðir, tá liðið støðugt var partur av føroyska fótbóltsoddinum, og í so máta misti liðið tvey ógvuliga týðandi stig í mun til sigrandi oddaliðini úr Klaksvík og Eiði. Heilt mist takið hevur GÍ tó á ongan hátt, og verður støðugt hildið fast um góða stríðsandan, sum hevur eyðkent spælið higartil, so er hóttandi støðan frá í fjør fullkomuliga veruleikafjar.










