Javnleikur í botnuppgerð

Jónas Tór Næs og liðfelagarnir í Frem tóku ímóti Roskilde í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag. Dysturin endaði við javnleiki 2-2.

 

Tvær ferðir var Frem aftanfyri í dystinum. Jeppe Kjær legði Roskilde á odda 1-0, tá 21 minuttir vóru farnir, men stutt undan steðginum javnaði Tim Ilsø fyri Frem. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin legði Jeppe Kjær aftur Frem á odda, men tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini javnaði Edin Cekovic til 2-2, so Frem fekk bjargað sær eitt stig.

 

Frem er tó enn undir niðurflytingarstrikuni. Frem hevur 11 stig, Roskilde er røttu megin niðurflytingarstrikuna við 12 stigum.