Javnleik móti Albania

Føroyska talvlandsliðið telvaði mikudagin sín sætta dyst á talvolympiaduni á Mallorka. Hesaferð var móstøðuliðið Albania, sum er styrkismett sum nummar 62. Tað eru 25 pláss frammanfyri Føroyar.
Met hetta løgdu føroysku telvararnir líka í. Bæði Hans Kristian Simonsen á øðrum og IM John Rødgaard á fjórða borði vunnu síni talv móti telvarum, sum vóru væl hægri styrkismettir. Martin Poulsen mátti á fyrsta borði lúta fyri einum stórmeistara, sum hevði omanfyri 2500 ratingsstig, og á triðja borði tapti Olaf Berg somuleiðis sítt talv.
Javnleikur var tó eitt sera gott úrslit hjá føroyska liðnum, sum nú er á 82. plássi í kappingini. Hetta eru fimm pláss omanfyri styrkismetingina.