Undankappingarsøgan millum Føroyar og Norðurírland sigur okkum, at tað gongur framúr væl aðru hvørja ferð, og tað gongur minni væl aðru hvørja. Hetta prógva hagtølini í sjey undankappingardystum hjá føroyska A-landsliðnum og U21 landsliðnum ímóti Norðurírlandi.
Eingin gloymir fyrsta dystin á Windsor Park í tí fyrsta EM-undankappingardystinum ímóti Norðurírlandi í okkara fyrstu undankapping nakrantíð. Vit fingu ein hepnan 1-1 javnleik við stórspæli hjá Jens Martini Knudsen í málinum, og eitt ógloymandi flott mál við einum stútara frá Kára Reynheim, sum fekk eina framúrskarandi sending frá Allani Mørkøre.
Ì returdystinum í Landskrona 11. september í 1991 gekk tó av skriðuni, og vit taptu 0-5.
19 ár gingu áðrenn vit hittust aftur 12. oktober í 2010 á Svangaskarði á Toftum. Christian Lamhauge Holst tryggjaði okkum ein góðan 1-1 javnleik, og eitt kærkomið stig. Í returdystinum 10. august í 2011 gekk av skriðuni, har vit taptu 4-0. 11. oktober í fjør taptu vit 2-0 á Windsor Park, aftaná ein ræðuliga fyrra hálvleik. Í seinni hálvleiki fingu vit tó ein málleysan javnleik.
U21 landsliðið bæði átti og skuldi vunnið á Norðurírlandi í EM-undankappingardysti tann 31. mai í 2011. Ímóti dystarenda á ovara vølli í Gundadali fingu Føroyar brotsspark. Rógvi Holm, liðskipari átók sær uppgávuna at skjóta, men ólukkutíð brendi hann stóra møguleikan. 10. august sama árið tapti U21 landsliðið 0-4 á útivølli ímóti Norðurírlandi.
Vit hava soleiðis fingið javnleik aðru hvørja ferð ímóti Norðurírlandi, og vit standa nú á trimum javnleikum og fýra tapum. Halda hagtølini, so verður javnleikur á Tórsvølli í morgin. Men mótstøðuliðið hevur sera nógv at spæla fyri, og fara at selja seg dýrt.