Ójavnir listamenn samdir í einum

Seinnapartin leygardagin læt upp grafiska framsýningin “Súgur” í Norðurlandahúsinum við verkum hjá Tóroddi Poulsen og Bjarne W. Sørensen.

Tey 66 verkini á framsýningini eru øll gjørd á Grafiska Verkstaði Føroya.
Seinastu 10 árini hevur hesin verkstaðurin samstarvað við teir báðar í eini avbjóðandi og tí, teir nevna eini “inspirerandi prosses”, sum haraftrat hevur verið ógvuliga fjølbroytt.
Nú var løtan komin, til at almenningurin skuldi fáa kunnleika til nøkur av teimum verkum, sum hesir báðir rættiliga ójøvnu listamenninir hava latið úr hondum.
Sagt verður um teir báðar, at hin 46 ára gamli Bjarne Werner Sørensen hevur gjørt óteljandi framsýningar, men fáar bøkur. Hinvegin hevur hin 49 ára gamli
Tóroddur Poulsen gjørt óteljandi bøkur, men fáar framsýningar.
Bjarni eigur 22 verk á framsýningini, har tey flestu teirra eru steinprent. Tóroddur hevur bert gjørt steinprent, og eru tey 43 í tali.
Hinvegin standa teir báðir aftan fyri tað upprunaliga grafiska bókaverkið “Villvísi”, sum fólk hava høvi at síggja í forhøllini í Norðurlandahúsinum.
Framsýningin við grafikki er í Norðurlandahúsinum til og við 31. januar 2007.