Eisini Norðoyar Sparikassi hevði verri úrslit fyrra hálvár í ár enn í fjør. Fremsta orsøkin eru virðisjavnanir og burturleggingar Norðoya Sparikassi hevði fyrra hálvár 2008 eitt úrslit áðrenn skatt uppá 9,3 mió kr. móti 20,2 mió kr. fyrra hálvár 2007. Hetta eru 10,9 mió kr. minni enn somu tíð í fjør. Verður sæð burtur frá virðisjavnan og burturleggingum, er úrslitið fyrra hálvár 2008 16,3 mió kr. móti 15,8 mió kr. sama tíðarskeið í fjør.
Netto-rentuinntøkur sparikassans fyrra hálvár vóru 32,3 mió kr. móti 35,9 mió. kr. fyrra hálvár 2007, ið eru 3,6 mió kr. lægri enn somu tíð í fjør. Seinastu árini hevur kappingin staðið um útlánini, men henda gongdin er nú vend til fyrimuns fyri tey, sum eiga pening á bók. Skuld til peningastovnar øktist við 82 mió kr., innlánini øktust við 199 mió kr., meðan útlánini øktust við 158 mió kr. Hetta svarar til ein inn- og útlánsvøkstur í prosentum uppá ávikavist 14% og 9%.
Virðisjavnan av virðisbrøvum, gjaldoyra o.a. gjørdist eitt hall uppá 0,3 mió kr. fyrra hálvár 2008, móti einum avlopi uppá 3,1 mió kr. fyrra hálvár í fjør. Sparikassin hevði eitt tap av skrásettum virðisbrøvum uppá 10,2 mió kr. fyrra hálvár 2008, men saman við vinningi av óskrásettum partabrøvum sama tíðarskeið, gjørdist virðisjavnan eitt hall uppá 0,3 mió kr. Sparikassin hevur í 2008 broytt roknskaparhátt viðvíkjandi virðisáseting av óskrásettum partabrøvum, frá útveganarvirði til mett marknaðarvirði.