Jógvan Skorheim, virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu
Borgarstjórin í Havn hevur víst á, at skattgjaldararnir í Suðurstreymoy koma at gjalda skatt fyri allar Føroyar, um ein javning millum kommunur verður sett í gildi. Við fyrsta eygnabrá kann hetta tykjast rætt, men sannleikin er, at allir býir og bygdir uttan um Suðurstreymoy í longri tíð hava verið við til at gjalda skatt til marglæti hjá Tórshavnar Kommunu.
Javning millum kommunur hevur verið nógv umrødd hesa seinastu tíðina, og tó at nógv er komið fram, meti eg ikki, at málið er nóg væl og rætt lýst.
Ein slagsíða av høvuðstaðar argumentum hevur givið fleiri borgarum í Føroyum ta fatan, at útjavningin er órættvís.
Hetta er langt úti, og kann eg ikki, sum virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, lata hetta týdningarmikla mál fara ósvarað aftur við borðinum.
Framleiðslan
úti um landið
Í meiri enn 100 ár hevur fiskivinnan verið ein berandi partur av tí føroyska vinnuvegnum.
Hetta er, sum flest øllum kunnugt, nógv tann størsta útflutningsvinnan í Føroyum.
Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður føroyinga, og økini uttan fyri Havnina hava staðið á odda fyri so at siga allari framleiðslu upp gjøgnum árini.
Skulu vit reksa fleiri av teimum virkjum, sum hava verið við í hesari framleiðslu, kunnu vit nevna Kósin, Bakkafrost, Havsbrún, Vaðhorn, Alilaks, Fiskavirkið í Fuglafirði, Kovin, Tavan, Norðís, Norðfrá og fleiri afturat.
Øll hendan framleiðslan hevur verið við til at hildi føroyska samfelagnum uppi, og ikki minst Tórshavnar Kommunu.
Havnin fær
inntøkurnar
Allir fiskurin, sum hevur verið og dagliga verður virkaður kring landið, er í seinastuni alt meira blivin útfluttur umvegis bryggjukantin í høvuðsstaðarkommununi.
Harvið er tað bara ein kommuna, sum fær vørugjøldini og aðrar inntøkur sum hetta virksemið gevur, og tískil ágóðan av øllum inntøkunum, av tí, sum framleitt verður úti um landið.
Hesi vørugjøld hava givið Tórshavnar Havn umleið 30 mió. kr. í yvirskoti, sum er so at siga tað sama, sum ein javning millum kommunur hevði borið við sær.
Harafturat liggur eitt stórt Fiskimálaráð við eina ørgrynnu av arbeiðsplássum og fóðrar pengar til kommununa umvegis skattin. Væntandi hevði einki Fiskimálaráð verið, um eingin fiskaframleiðsla var.
Alneyðugt fyri at
fáa javnvág aftur
Eg vil við hesum brævi vísa á, at tað er heilt burturvið, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í KSF, førir fram, tá ið hann sigur, at Havnin í einari javningarskipan kemur at gjalda skatt fyri útjaðaran.
Tvørturímóti er skipanin alneyðug fyri at fáa javnvág í samfelagið aftur, tí í dag fær Havnin bæði í posa og sekk.
Lat meg leggja afturat, at ein javningarskipan ikki einsamøll verður nóg mikið fyri at venda skeivu gongdini.
Neyðugt verður eisini hjá landsmyndugleikunum at leggja nakrar av almennu stovnunum úti um landið.
Samanborin við eina javning geva almenn arbeiðspláss so ótrúliga nógv meiri enn bara pengar.
Ikki bert Havnin, men allar Føroyar – tvs. eisini onnur øki enn Suðurstreymur – hava brúk fyri akademisku arbeiðsplássunum, tí slíkir persónar og familjur skapa nógv virðismikið í sínum nærumhvørvi, sum er so umráðandi fyri trivnað og menning.
Slík arbeiðspláss verða heldur ikki líka harðliga rakt av konjunkturbroytingum í fiskivinnuni og samfelagnum sum heild.