Ójavnin blívur við at veksa

Tøl frá Hagstovuni vísa, at gjáin millum tey ríku og fátøku í Føroyum blívur við at veksa

 

Samstundis sum talið á teimum v.ið inntøkum yvir eina millión krónur um árið veksur, blívur ginitalið eisini við at vaksa. Ginitalið er eitt vísital, sum vísir fíggjarligu javnvágina í einum samfelag. Um ginitalið hevði verið 0, høvdu øll havt somu inntøku. Hinvegin, um tað hevði verið 100, hevði ein persónur fingið alla inntøkuna í einum landið og restin onga inntøku havt.

 

Sosialurin hevur kagað í skattalistarnar fyri Tórshavnar kommunu, sum vísa, at tað eru 228 fólk í Havn, sum høvdu eina skattskylduga inntøku upp á yvir eina millión krónur í 2017. Tað er á leið sama tal sum í 2016, men væl meiri enn fyri bara fáum árum síðani. Men meðan tey, sum forvinna mest, forvinna alsamt meiri, fylgir botnurin á inntøkupyramiduni ikki við líka skjótt. Munurin millum tann fimtingin, sum forvinnur mest og tann, sum forvinnur minst, er voksin nógv seinastu 10 árini ella so, samstundis sum ginitalið eisini veksur.

 

Føroyar eru kanska tað land í heiminum, har inntøkan er javnast býtt. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, upplýsti í vár fyri løgtinginum, at ginitalið fyri Føroyar var 23,3, sum er tað minsta í Norðurlondum. Í Danmark, sum hevur hægsta ginital í Norðurlondum, er ginitalið 27,4. Tá styðjaði landastýriskvinnan seg til tøl frá 2015, sum vóru nýggjastu tøku tølini tá.

 

Um vit hyggja eftir hagtølunum hjá Hagstovuni síggja vit, at ginitalið er støðugt hækkað síðani 2009. Tá var tað 19,3. Næstu árini hækkaði tað við einum stigi um árið, 20,2 í 2010, 21,6 í 2011 og 22,6 í 2012. Í 2013 og 2014 stóð tað mest sum í stað á avikavist 22,7 og 22,6, men hækkaði so til 23,3 í 2015. Í 2016 lækkaði tað aftur til 22,8.

 

Eitt annað vísital, sum verður nýtt í slíkum førum er fimtingslutfallið. Tað er miðalinntøkan hjá teimum 20 ríkastu prosentunum, býtt við miðalinntøkuna hjá teimum fátækstu 20 prosentunum. Her sæst eisini, at gjáin veksur, tó at hon seinastu árini hevur verið støðug.

 

Í 2009 var fimtingslutfallið 2,7, tað vil siga, at ríkasti fimtiparturin var 2,7 ferðir ríkari enn fátæksti fimtiparturin. Lutfallið vaks til 2,8 í 2010, 3,0 í 2011 og hevur síðani svingað millum 3,1 og 3,2 annað hvørt ár.

 

Ein lítil bati er at hóma, tí bæði ginitalið og fimtingslutfallið minkað frá 2015 til 2016.

 

Les meiri í Sosialinum, sum kom út í dag.

 

Rætting: Ein misskiljing var í upprunaligu greinini. Tølini, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum nýtti, vóru fyri 2015 og ikki 2017, sum upprunaliga skrivað. Orsaka mistakið.