Mikil orðadráttur hevur staðist av málinum um lítla Petur. Felagið Javni gevur nú sína meining til kennar.
- Fakligur førleiki kann keypast og við tíðini byggjast upp í Føroyum. So fáa vit hjálpt, ikki bara Peturi, men eisini øðrum børnum við sama breki. Neyvan er hann tann einasti - ella seinasti - í Føroyum við brekinum, siga tey úr Javna.
Víðari verður sagt, at tað er harmiligt at senda Petur av landinum, tí vit í Føroyum ikki hava hóskandi tilboð til hansara.
- Tað er vanæriligt og ein skammblettur fyri okkara land. Javni mælir tí staðiliga okkara løgtingsmonnum til at veita ta játtan, ið skal til fyri at byggja upp hóskandi tilboð í Føroyum - heldur enn at velja ómakaleysastu loysnina, sum als ikki er ein loysn, men ein ræðuleikur. Sum vit seinni kunnu angra, men ongantíð bøta fyri tey, sum tað gongur útyvir, verður sagt úr Javna.
hkm