Javni øtast um æltan um vakmyndatól

Javni øtast yvir tíðindini um, at bústovnur ætlaði at nýta vakmyndatól til ansing av fólki við breki. - Tíbetur segði Datueftirlitið nei, sigur Rúna Sivertsen, dagligur leiðari í Javna.

At tað skal koma upp á tal at brúka vakmyndatól til ansing av fólki við breki hevur skelkað Javna.

Datueftirlitið kunngjørdi 28. august eina avgerð um vakmyndatól á einum bústovni fyri fólk við breki. Málið byrjaði við, at bústovnurin í apríl 2009 vendi sær til Dátueftirlitið fyri at spyrja um reglurnar viðvíkjandi vakmyndatólum. Ætlanin var at seta vakmyndatól upp til nýtslu um náttina, tá bert eitt starvsfólk er til arbeiðis á stovninum.

Upplýst verður í avgerðini hjá Datueftirlitinum, at bæði bústovnurin og Nærverkið ynsktu eina støðutakan frá Dátueftirlitinum til spurningin.

Tíbetur segði Datueftirlitið nei og vísir á, at vakmyndatól í stóran mun eru skerjandi fyri persónliga frælsið, og at vakmyndatól tí eiga at verða nýtt við størsta varsemi.

- At vakmyndatól yvurhøvur skal koma upp á tal í sambandi við umsorgan av fólki við breki, tekur Javni sum dømi um, at Nærverk ikki hevur nóg stóra virðing fyri menniskjum við breki, og ei heldur tekur atlit til persónliga frælsið hjá fólki við breki, sigur Rúna Sivertsen, dagligur leiðari í Javna.

Felagið Javni minnir eisini Nærverk og politiska myndugleikan á, at bústovnarnir eru heim, og at ikki er vanligt at nýta vakmyndatól heima.

- Er ein persónur við breki soleiðis fyri, at hann ella hon hevur serligan tørv á ansing, má setast inn við fleiri starvsfólkum heldur enn køldum og ómenniskjaligum teknikki, Rúna Sivertsen.