- Nú er tíð at finna eina loysn! Vísið nú veruligan samráðingarvilja, bæði námfrøðingar, landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar!
Tað heldur Javni í eini almennari áheitan á stríðandi partarnar í kvøld.
- Verkfallið er tvørligt hjá teimum, ið eiga børn undir skúlaaldur. Men uppaftur verri kemur tað við hjá teimum, ið eiga børn við serligum tørvi - eisini hóast tey eru í skúlaaldri.
- Í flestu førum fáa tey als ikki brúkt tær loysnir, sum onnur foreldur royna at hjálpa sær við, við ommum og abbum, at taka børn við til arbeiðis o.s.fr., sigur Sigrun Wardum, forkvinna í felagnum Javna.
- Harafturat ger tað støðuna rættiliga torføra, at børn við serligum tørvi hava serliga nógv brúk fyri einum regluligum gerandisdegi, har alt gongur sína jøvnu gongd. Eitt verkfall órógvar hesa rytmu í ólukkumát.
- Vit, ið kenna børn við breki, hava tíverri ofta sæð, hvussu skjótt tað er at bróta niður tað, sum hevur verið bygt upp gjøgnum langa tíð.
- Uppaftur verri er ójavnin, tá talan er um børn í skúlaaldri. Meðan fullfør børn í skúlaaldri sleppa í skúla sum vanligt, verða børn við serligum tørvi í mongum førum biðin um at vera heima, meðan námsfrøðingarnir eru í verkfalli.
- Tað er eisini eitt sera ódámligt signal, skúlaverkið við hesum sendir, har næmingarnir verða býttir sundur í fyrsta floks borgarar, ið sleppa í skúla, og annan floks borgarar, ið ikki sleppa í skúla.
- At børn við serligum tørvi skulu vera heima frá skúla, meðan verkfall er, rakar sjálvsagt foreldrini, sum hava sama tørv og somu skyldur sum onnur foreldur at røkja sítt arbeiði.
Sigrun Wardum sigur, at tað er einki minni enn himmalrópandi mismunur og grovt brot á mannarættindasáttmála, ið Føroyar hava bundið seg til, at summi børn sleppa í skúla og onnur ikki.
- Kunnu ikki øll børn sleppa í skúla, so má eitt minsta krav vera, at tað ikki rakar tey somu børnini hvønn dag. Tey kundu skiftst um at verið heima.
Vardu verkstøðini standa eisini stongd, meðan verkfall er. Tey fólk við breki, ið hava sítt dagliga virksemi á einum vardum verkstaði, mugu nú sita heima. Mong teirra búgva á sambýlum, sum undir verkfallinum virka við skerdari starvsfólkaorku. Og nú onki er at fara til um dagin, gerst dagurin langligur, og tá er skjótt til, at tað, ið hevur verið bygt upp gjøgnum longri tíð, verður órógvað og brotið niður. Vit mugu minnast til, at tey, ið búgva á sambýli, ikki eru ein familja, men einstaklingar, ið onnur hava sett saman í ein hóp.
Hesi dømi vísa, at verkfallið, ið kemur illa við hjá øllum, rakar ein bólk av landsins borgarum serliga hart: fólk við serligum tørvi og familjur teirra. Tað kunnu vit als ikki góðtaka.
Tí staðfestir forkvinnan í Javna, at nú hevur hetta staðið við nóg leingi.
- Farið til verka og vísið ein veruligan vilja at loysa málið, sigur hon.