Javni mótmælir skerjing av ríðitímum

- So skóru tey aftur hjá fólki við breki.

Soleiðis skrivar Javni, sum mótmælir, at eitt týðandi menningartilboð verður spart burtur, mótmælir Javni, at tað áhaldandi verður klípt og skarvað av tænastum og tilboðum hjá fólki við breki.

- Tað kemur dátt við, at Almannastovan 1. januar 2010 gevst at rinda fyri ríðing hjá menningar- og rørslutarnaðum børnum, sigurfelagsskapurin.

Tey vísa á, at fyri nógv børn við breki er ríðing ein týðandi partur av menningartilboðnum. Ríðing vísir seg nevniliga at vera sera gagnlig og hevur í áravís verið nýtt sum mennandi tilboð, bæði sum venjing, uppvenjing og røkt í samband við brek av ymiskum slagi. Ríðing ávirkar rørsluøkið í heilanum og stimbrar balansuevni og vøddar. Hetta er sostatt ein sparing, sum sker burtur eitt mennandi og fyribyrgjandi tiltak. Tiskil mugu vit rokna við, at avleiðingarnar av sparingini koma at síggjast aftur í meirkostnað á onkrari aðrari kontu.

Ríðing er eitt av fáu tilboðunum, sum børn við breki kunnu fara til. Vit skulu hava í huga, at flestu børn við breki kunnu ikki fara út at spæla við onnur børn ella at sparka á sparkivøllinum í grannalagnum, sum børn vanliga hava møguleika til ? og fáa tí hvørki tann hugnan ella ta rørsluligu menningina, sum fylgir við vanligum spæli.

Hjá summum teirra er hetta kanska tað einasta frírtíðarítrivið, tey hava møguleikan at luttaka í. Samstundis, sum ríðing er ein góð uppliving, ið tey gleða seg til gjøgnum alla vikuna, er tað eisini eitt mennandi og í summum førum eitt beinleiðis linnandi tiltak.

- At taka tilboðið um ríðing burtur er tí enn eitt dømi um, at man samtykkir ST-sáttmálan um rættindi hjá brekaðum, men í verki verða rættindi og møguleikar tikin frá teimum. Javni heitir tí á politiska myndugleikan um at skipa soleiðis fyri, at børn við breki framhaldandi sleppa at hava ríðing sum frítíðarítriv og menningartilboð, skriva Óli Wolles, formaður í Javna og Rúna Sivertsen, dagligur leiðari.