Um veruligar samráðingar ikki eru farnir í gongd fyri middag í dag, so fer Javni av melda landsins leiðslu til løgregluna.
Eingin av Føroya lands lógum forðar misrøkt av fólki.
Tað sigur felagið Javni, sum rópar varskó í sambandi við, at tiltøkini hjá Pedagogfelagnum verða herd.
Tá ið djór verða missrøkt hava vit djóraverndarlógina, sum gevur heimild smbært grein 1. Dýr skulu viðfarast forsvarliga og skulu ikki av vanrøkt, overving ella á annan hátt vera fyri óneyðugari líðing.
Víðari sigur djóraverndarlógin, grein 19: Tann, sum við overving, vanrøkt ella á annan hátt fer óforsvarliga við dýrum, verður revsaður fyri dýrplágarí við bót, hefti ella fongsli í upp til 1 ár. Hava viðurskiftini borið eyðkenni av mishandling, er revsingin fongsul í upp til 1 ár, við uppafturtøku í 2 ár.
Smbært løgfrøðingi forðar eingin tílík lóg fyri missrøkt av menniskjum. Tað er ikki fyrrenn tú verður sligin ella at tað er morð, at tú kanst melda til løgregluna.
Javni metir, at her er okkurt álvarsligt at arbeiða við.
Eru veruligar samráðingar ikki farnar í gongd á middegi, so fer javni at melda landsins leiðsu til løgreglua, tí at fólk við serligum tørvi:
Verða send FRÁ HÚSI OG HEIMI, ÍMÓTI SÍNUM VILJA
Verða send á FLÓTTARLEGU í Leguhúsinum í Nesvík, ÍMÓTI SÍNUM VILJA
Verða send á sjúkrahús uttan avvarðandi ella pedagogisk starvsfólk, ÍMÓTI SÍNUM VILJA
Ikki sleppa til arbeiðis, ÍMÓTI SÍNUM VILJA
Ikki leppa at hava stuðul, ÍMÓTI SÍNUM VILJA
Ikki sleppa í skúla, ÍMÓTI SÍNUM VILJA
Ikki sleppa á dagstovn, ÍMÓTI SÍNUM VILJA
Nú er SLUTT - vit krevja bert MANNARÆTTINDI, sigur Javni, sum als ikki góðtekur støðuna, sum tey halda vera púrasta absurda.










