Javnbjóðis tilboð til børn og ung við autismu

Tingkvinna spyr um tilboð til børn og ung við autismu í Suðuroy

Tað er Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin í Suðuroy, sum hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, spurningin sum ein grein 52a fyrispurning. Hon spyr soleiðis:

1. Hvørji tilboð eru til børn og ung við autismu í Suðuroynni?

2. Hvør er orsøkin, at Almannaverkið ikki bjóðar stuðulstænastu til børn og ung við autismu undir 18 ár í Suðuroynni eins og aðrastaðni í landinum?

3. Er ætlanin at veita tilboð um stuðulstænastur til børn og ung við autismu í Suðuroynni?

Í viðmerking til spurningarnar sigur Súsanna Bertholdsen, at øll børn og ung í Føroyum eiga at hava sama rætt til almennu tænasturnar – heilsutænastur, pláss á dagstovni, í fólkaskúla, frítíðartilboð o.tíl. uttan mun til, hvar tey búgva, og um tey hava serligan tørv.

– Fyri at tryggja javnar atkomumøguleikar til almennar tænastur, mugu børn við serligum tørvi - eitt nú autismu - ofta hava stuðlandi fyriskipanir, umframt vanligu tænasturnar.

– Hóast henda rætt og galdandi meginreglu, so er tilgongdin hjá foreldrum at tryggja barni sínum henda rætt ofta tyngjandi og møtimikil, og tí fingu vit «Ta góðu tilgongdina», sum varð sett í verk í

2015 og er ein vegleiðing til foreldur at børnum við autismu, sigur hon, og vísir á, at vegleiðingin er eftirmett í ár og varð handað landsstýriskvinnuni 5. mars 2024. 

– Á s. 27 í eftirmetingini stendur: »Harumframt framgongur, at tað á summum økjum, er ymiskt um og í hvønn mun, mannagongdin verður fylgd. Hetta hevur við sær, at tænastan til børn við autismu gerst ymisk«.

– Fyri at fáa greiðu á, um børn og ung við autismu í Suðuroynni fáa javnbjóðis tilboð sum børn og

ung í restini av landinum, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni, sigur Súsanna Bertholdsen.